Javnleikur og Føroyar liva

Nations League: Føroyar halda lív í Nations League-vónini eftir 1-1-javnleik ímóti Kosovo.

Føroyar høvdu knívin á barkanum, tá ið Kosovo vitjaði á Tórsvølli í kvøld. Vunnu gestirnir ímóti okkum, so høvdu Føroyar endaliga verið úti úr Nations League-kappingini, men soleiðis skuldi tað tíbetur ikki vísa seg at verða.


Gestirnir løgdu seg á odda eftir smáum 10 minuttum, tá ið Milot Rashica við einum dreymahøggi úr 25 metrum sendi bóltin í málið til 1-0 til Kosovo. Hetta kom mestsum burturúr ongum. Føroyar stríddu seg til eitt yvirtak eina góða løtu og vann eitt nú nøkur hornaspørk, men tað gjørdist ongantíð serliga vandamikið, og støðan í hálvleikssteðginum var 1-0 til Kosovo.


Fimm minuttir inn í seinna hálvleik javnaðu Føroyar. Hallur Hansson fangaði ein bólt á miðvøllinum og sendi Gilla Rólantsson avstað. Hann sendi eitt flatt innlegg innfyri, og har var René Shaki Joensen á blettinum og sendi bóltin inn við handaru stong og javnaði til 1-1.


Eftir útjavnandi málið leikti javnt á, og tað vóru nógvir nærdystir. Føroyar høvdu onkrar góðar støður ímóti dystarenda, eitt nú átti innskifti Klæmint A. Olsen skoytroynd úr góðari støðu, men tað komu tó ikki fleiri mál í dystinum, sum harvið endaði við 1-1-javnleiki.


Av tí at Aserbadjan og Malta somuleiðis spældu 1-1-javnleik í dag, so er støðan í bólki 3 óbroytt. Støðan í bólkinum, hagtøl og beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:


Føroyar – Kosovo 1-1 (0-1)

0-1: Milot Rashica, 9.

1-1: René Shaki Joensen, 50.


Bólkur 3

1. Kosovo, 8 stig

2. Aserbadjan, 6 stig

3. Føroyar, 4 stig

4. Malta, 2 stig

 

Næstu dystir

Aserbadjan - Føroyar, 17. november

Malta - Føroyar, 20. november


Liðugt: Tað endaði við 1-1-javnleiki.


95min.: Rógvi Baldvinsson roynir seg við truplum skoti úr 20 metrum. Skotroyndin fer framvið.


90min.: Fimm minuttir eru lagdir afturat.


87min.: Eitt langt og gott álop frá Føroyum við góðum støðum. Størsta møguleikan átti Klæmint A. Olsen, men hann fekk ikki rættiligt skot á við vinstra beini. Málverjin bjargaði.


83min.: Føroyar skifta út. Heini Vatnsdal kemur inn fyri Brand Hendriksson.


79min.: Vandamikið innlegg frá Kosovo. Tað resta ikki nógvir sentimetrar í áðrenn áleyparin hjá teimum fær fótin á.


78min.: Kosovo hevur spent álopsbogan og hevur uppbygt eitt lítið trýst síðstu løtuna.


73min.: Hallur Hansson roynir seg við vinstra beini úr 20 metrum. Málverjin hjá Kosovo bjargar.


70min.: Tað eru 2.300 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld.


68min.: Føroyar fremja sína fyrstu útskifting. Klæmint A. Olsen kemur inn fyri Jóan Símun Edmundsson.


64min.: Gult kort! Nú er tað Kosovo, sum steðgar føroyskum mótálopi. Tað kostar eina ostaflís til innskifta Brøndby-leikaran, Besar Halimi.


63min.: Føroyar fara í mótálopi og royna seg úr báðum borðum. Brandur Hendriksson fær ikki nóg mikið undir eitt innlegg frá Viljormi Davidsen, og málverjin bjargar.


60min.: Tað hava verið nógvir nærdystir síðstu góðu løtuna. Bæði liðini stríðast um at seta seg á dystin.


50min.: Nú er lív í á Tórsvølli.


50min.: MÁL! 1-1! Eftir flatt innlegg frá Gilla Rólantssyni er René Shaki Joensen í fullari ferð og setir bóltin hegnisliga inn við handaru stong og í mál til 1-1.


47min.: Hornaspark til Føroyar, men tað er ongantíð blivið vandamikið enn.


46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.


Hálvleikur: 1-0 til Kosovo. Dreymahøggið hjá Milot Rashica hevur verið avgerandi munurin í fyrra hálvleiki.


45min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat.


44min.: Gult kort! René Shaki Joensen fyri at steðga mótálopi hjá Kosovo.


43min.: Hornaspark til Føroyar eftir eina langa og góða sending. Einki spyrst burturúr.


42min.: Kosovo hevur nú aftur verið á bóltinum stórt sæð seinastu fimm minuttirnar.


37min.: Gott føroyskt álop. Innlegg og René Shaki Joensen stútar, men málverjin bjargar. Hornaspark til Føroyar, men Kosovo gúppar seg úr trýstinum.


35min.: Dómarin hevur á taktikkfundinum við sínar starvsfelagar undan dystinum neyvan avtalað, at teir skulu royna at fáa spælið og dystin at flóta. Her verður bríkslað fyri tí minsta.


34min.: Spælir Kosovo seg fyrst undan fyrsta trýstinum, so hava teir tíð og pláss at spæla bóltin runt. Føroyar royna hinvegin at vera meira beinleiðis tá ið møguleikar við bóltinum íkoma.


31min.: Føroyar trýsta høgt. Nú manglaði lítið í áðrenn Jóan Símun Edmundsson fangaði bóltin og fekk 100% møguleika.


30min.: Innlegg frá Kosovo. Gunnar Nielsen loftar bóltinum.


29min.: Broddurin er farin av lítla trýstinum hjá Kosovo, men góðskan hjá Føroyum hevur avgjørt vantað heilt har frammi.


27min.: Føroyar spæla bóltin væl runt. Tað endar við innleggi og hornasparki til Føroyar. Hornasparksinnleggið kemur ikki framum fremsta mannin.


25min.: Gult kort! Rógvi Baldvinsson fyri at steðga mótálopi hjá Kosovo.


23min.: Hornaspark til Føroyar, men tað verður tikið stutt og er illa frágingið. Bólturin endar heilt afturi hjá egnum málverja fá sekund seinni.


21min.: Atli Gregersen hevur verið stinnur í nærdystunum higartil.


20min.: Gilli Rólantsson verður spældur væl í høgru síðu, men tað er illa mannað í føroyska álopinum tá ið bólturin kemur innfyri.


18min.: Kosovo hevur rímiliga gott pláss at spæla bóltin runt. Teir hava bóltin fyri tað mesta.


16min.: Kosovo vil hava brotsspark, tí teir meta at bólturin hevur rakt armin á Sonna Ragnari Nattestad, men kekkiski dómarin letur ikki við seg koma.


12min.: Fríspark til Kosovo í góðari støðu, men Føroyar stúta burtur og seta eitt mótálop í gongd, sum tó ikki gerst vandamikið.


9min.: MÁL! 1-0 til Kosovo! Milot Rashica við einum dreymahøggi úr 25 metrum, og bólturin syngur í málinum til 1-0 til gestirnar.


5min.: Jóan Símun Edmundsson sleppur til skot úr spískum eftir verjumistak hjá Kosovo. Verjan kemur ímillum.


3min.: Nakrar skeivar sendingar frá báðum liðum fyrstu løtuna.


1min.: Dysturin er byrjaður.


Undan dystinum: Leikararnir eru komnir inn á vøllin. Nú verða tjóðsangirnir sungnir.


Undan dystinum: Føroyar eru at síggja í nýggjari spælskipan við fimm monnum í verjuni í verjustøðu. Fimti maðurin í tí vanligu væl samanspældu fýrabakk-ketuni er Odmar Færø, sum varð kosin dagsins leikari ímóti Aserbadjan hóskvøldið.


Undan dystinum: Fótbóltslíkindini eru góð. Tað hava verið nøkur æl seinnapartin, men nú sær sólin í høvuðsstaðnum, og tað er eitt lítið lot eftir vøllinum.


Undan dystinum: Dómari í dag er Miroslav Zelinka úr Kekkia.


Byrjunaruppstillingar


Føroyar: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson – Jóan Símun Edmundsson


Kosovo: Samir Ujkani – Mergim Vojvoda, Amir Rrahmani, Ardin Dallku, Fidan Aliti – Idriz Voca, Herolind Shala – Edon Zhegrova, Valon Berisha, Milot Rashica – Atdhe Nuhiu