Javnleikir og teprir sigrar í Burn Mansdeildini

Fyrstu úrslitini í Burn Mansdeildini boða frá einum spennandi kappingarárið

Tveir javnleikir og fýra teprir sigrar. Tað kann staðfestast aftaná tvey tey fyrstu umførini í Burn mansdeildini.

 

Aftur hetta vikuskiftið leikaði javnt á. Í einum rimmar dysti í Kollafirði ígjár spældu KÍF og Team Klaksvík javnleik 24-24, har heimamenn hildu seg vera hepnari at knógva javnleikin heim.

 

Í dag knógvaði StÍF ein tepran 32-30 sigur á VÍF í høllini í Vestmanna. 

 

KÍF-Team Klaksvík 24-24 (14-16)

 

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Fríði Weyhe 5, David Edvardsen 5, Nicklas Selvig 2, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 1. 

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 6, Vilhelm Vilhelmsen 5, Vuk Stevanovic 5, Tummas Simonsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 4. 

 

VÍF-StÍF 30-32 (15-16)

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 7, Magnus Müller 5, Hallur Arason 3, Óla Jákup Olsen 3, Kristian Jensen 3, Hanus Christophersen 3, Teitur R. Nielsen 2, Rúni Fossdal 1, Jóhan í Garðastovu 1, Eyði Bjargarson 1, Alexander Lacok 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Pætur Johansen 10, Jóannes Prestá 7, Bjarni í Selvindi 5, Pætur Barclay 4, Ivan Mrdalo 4, Steinar Prestá 1, Sveinur Justinussen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KÍF2544953
 STÍF2575523
 TEAM KLAKSVÍK2565513
 H711302642
 KYNDIL25155-41
 NEISTIN13132-10
 VÍF25562-70