Javnleik móti afrikansku leyvunum

Føroyska talvlandsliðið telvaði javnt móti Sambia, sum hevur fingið frálík úrslit higartil í kappingini

Talv

Bled: Føroysku telvarnir vistu ikki rættiliga hvat teir skuldu væntað sær av telvarunum úr Sambia, vanliga er afrikanskir telvarar ikki so sterkir, men sambisku leyvurnar hava rættiliga bitið frá sær í Bled.
Teir báðir sambisku telvarnir á fremstu borðunum hava rættiliga gjørt hol í sjógvin í hesi OL kappingini. Í fyrsta umfarið hildu teir báðir javnt móti sterkum stórmeistarum úr Bosnia-Hersegovina og í øðrum umfarið vístu teir at fyrra úrslitið ikki var av tilvild - teir endurtóku úrslitið móti Brasil, sum eisini hevur stórmeistarar á fremru borðunum. Dysturin hjá Sambia í øðrum umfari var einasta verðuliga sensatión higartil í kappingini, dysturin endaði við javnleiki 2-2.

John vann
Men John Rødgaard kláraði tað, sum hvørki bosniskir ella brasilskir stórmeistarar klárðu, hann knógvaði Stanley Chumfwa (2252) og vístið føroysku leiðina fram í móti enn einum javnleiki. John Arni fekk remis á fyrsta borði móti altjóða meistaranum Amon Simotowe (2383) og eftir talvið var hann toluliga væl nøgdur við tað, men sum vanligasta viðmerkingin hjá telvarunum er eftir javnleik, - tað er stuttligari at vinna.
Á fjóðra borði kom føroyameistarin Hans Kristian Simonsen kom sær heilt tíðliga í talvinum í stórar trupulleikar og teir flestu av føroysku telvarunum væntaðu at lítið kom burturúr. Men við seiggi kom hann aftur í aftur og knógvaði einum javnleiki.
Hjá Eyðuni Nolsøe gekk verri, hann stríddist manniliga og seinastu 20 minuttirnar var lítið at ivast í at tap var í hendi, men hann royndi til tað allarseinasta at venda gongdini, tíanverri til onga nyttu.

Á eini leið
Eftir dystin segði John Rødgaard at hetta á pappírinum helst ikki var eitt so gott úrslit, men um hugsa verður um frálíku úrslitini hjá Sambia, so var tað á heilt góðari leið.
Føroyar hava nú fimm stig fyri 3 dystir, sum helst er á eini leið, men tað er kortini ikki rættiliga so nógv, sum telvarnir høvdu ætlað sær. Gongst sum telvarnir ætlað so hava teir fingið helvtina av teimum møguliga stigunum, tá ið kappingin er liðug annan sunnudag.
Dysturin í gjár var í móti Jameika, sum er styrkismett nummar 98. Føroyska liðið móti Jameika var mannað soleiðis: John Arni Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen og Martin Poulsen. Dysturin byrjaði klokkan 13.30.