Javni mótmælir og átalar harðliga ætlanunum um at flyta børn við breki í Mjørkadal. Ætlaninar stríða beint ímóti grein 19 í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Tað sigur Javni í tíðindaskrivi beint nú og felagið fer nú at kanna eftir um landsstýriskvinnan við hesum brýtur ST sáttmálan um rættindini hjá brekaðum
Á miðdegi visti Portalurin a siga, at landsstýriskinnan í Almannamálum ætlar at leggja teir báðar stovnarnar, Rókina og Slóðina, saman og at flyta teir í Mjørkadal.
- Javni er skelkað av ætlanunum hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, at flyta børn við breki í Mjørkadal at búgva, sigur felagið
- Hetta er so langt úti, at vit hava ikki orð fyri tí, leggur Javni afturat.
Samstundis fegnast Javni um, at fleiri tingfólk tóku til orðana í tinginum í dag og mótmæltu ætlanini.
Javni sigur, at ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek er komin í gildi í Føroyum. Sáttmálin sigur greitt, at fólk við breki skulu verða tikin upp í samfelagið. Limalondini viðurkenna rættin hjá øllum fólkum, ið bera brek, at liva í samfelagnum á jøvnum føti við onnur og við somu valmøguleikum. Limalondini skulu tí taka munagóð og hóskandi stig til at lætta um hjá fólki, ið bera brek, so tey til fulnar fáa ágóðan av hesum rætti, verða fult og heilt tikin upp í samfelagið og kunnu verða fult og heilt við í samfelagnum.
Javni fer at kanna um slík burturflyting er brot á ST sáttmálan. Um so er, verður neyðugt hjá Javna at boða frá til ST, at Almannaráðið brýtur sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum Føroyar við løgtingssamtykt hava bundið seg til at halda.