Í komandi viku skipar Javni fyri eini almennari fundarøð við heitinum: »Fosturkanningar ? hvat vilja vit?«. Framstig innan læknavísindi hava havt nógvar batar við sær á heilsuøkinum, men hava eisini reist nógvar nýggjar spurningar at taka støðu til. Ein av hesum er spurningurin um fosturdiagno-stik: Er tað rætt at kanna kvinnur við barn, um fostr-ið kann hava viðføtt brek, fyri at bjóða kvinnuni fosturtøku, um brek verður staðfest? Hesin spurningur er ikki kliptur úr einum framtíðarfilmi, men er viðkomandi í Føroyum í dag.
Sum er verða kanningar bjóðaðar øllum kvinnum yvir 35 ár og teimum, har arvalig brek eru í familjuni. Donsku heilsumyndugleikarnir mæla nú til at taka burtur hetta aldursmarkið og fara neyvari til verka fyri at staðfesta brek so tíðliga sum gjørligt. Hetta millum annað við at bjóða eina skanning, ið við stórari vissu kann vísa, um fostrið hevur Down's Syndrom (mongolismu). Um føroyskar barnakonur fara at fáa somu tilboð er upp til okkara egnu heilsumyndugleikar. Men tað er av stórum týdningi, at vit sum samfelag og sum einstaklingar eisini spyrja okkum sjálvi, hvussu langt vit ynskja at farast skal við slíkum kanningum.
Hví fosturkanningar?
Ein týðandi spurningur er sjálvsagt, hví eitt samfelag velur at brúka nógvan pening til at finna og beina fyri teimum fostrum, sum hava brek? At tað ber til at gera slíkar kanningar er í sær sjálvum ikki nøkur grundgeving fyri, at tær skulu gerast.
Vanliga vera tríggjar orsøkir givnar fyri at bjóða fosturtøku í sambandi við illgruna um brek:
?Tað kann verða gjørt fyri at spara tað brekaða barnið fyri líðing
?Tað kann verða gjørt fyri at spara foreldur og onnur avvarandi fyri líðing og stríð
?Tað kann verða gjørt fyri at spara samfelagnum nakrar útreiðslur.
Fosturtøka kann vera framd fyri at spara brekaða barnið fyri líðing í lívinum - einum lívi, sum ikki verður mett at vera virðiligt. Tað ljóðar sum eitt vakurt ynski - og er tað kanska eisini. Men tað er helst rættiliga sjáldan, at tey brekaðu "líða" nógv av sínum breki. Tvørturímóti vita øll, sum umgangast børn ella vaksin við breki, at tey ofta eru glað og væl nøgd við lívið, tá umstøðurnar verða lagaðar til teirra serliga tørv. Um lívið er virðiligt er tí meira ein spurningur um, hvørjar umstøður verða bodnar teimum, og hvussu vit í heila tikið umgangast fólk við breki.
Næsta grundgevingin er, at tað er fyri foreldranna skuld. Strævið er tað ofta, men ongin ivi er um, at hóast tað ofta er strævið og møtimikið, so eru eisini nógvar góðar løtur. Bara at leggja dent á tað strævna gevur ikki rætta mynd av støðuni. Tá framstig og menning ikki henda "av sær sjálvum" verður ein so mikið glaðari fyri tey smáu framstigini, sum síggjast. Hvussu strævið tað er fyri foreldur og onnur avvarðandi at hava eitt barn við breki er tí í stóran mun ein spurningur um, hvat gjørt verður frá samfelagsins síðu fyri at hjálpa - og hvussu nógv stríð skal til fyri at fáa hjálpina.
Triðja grundgevingin er fíggjarlig. Eitt hvørt vælferðarsamfelag má taka sær av øllum sínum borgarum og hjálpa eftir tørvi. Fólk við breki hava serligan tørv, ið má nøktast við serligum loysnum - og serligar loysnir kosta eyka. Fryktandi er tí fyri, at tess størri dentur verður lagdur á ein fíggjarligan hugsanarhátt í samfelagskjakinum, tess størri verður ynski frá samfelagsins síðu at forða fyri, at børn við breki verða fødd, sum krevja serligar viðgerðir og serligar umstøður. Og tess størri verður tørvurin at fjala hesa ikki rættiliga borðbæru grundgevingini aftanfyri aðrar og dámligari grundgevingar, eitt nú atlitið til barnið ella foreldrini.
---
Ivaleyst er tilboðið um fosturdiagnostikk væl meint frá læknaligari síðu. Kortini mugu vit spyrja okkum sjálvi, um ikki tað er ein bjarnatænasta, bæði móti teimum foreldrum, sum ætlanin er at hjálpa, og ímóti samfelagnum sum heild. Tað kann fáa lagnutunga ávirkan á alt samfelagið, ja á alla okkara mentan og hugsanarhátt.
Tað er ringt at steðga - ella bara bremsa - gongdini. Men vit eiga í minsta lagi at royna at stýra henni. Tí eiga vit fyrst og fremst at gera okkum greitt hvat endamálið er, tá fosturkanningar verða gjørdar. Er tað fyri at spara tað brekaða barnið fyri líðing við at taka tað burtur í móðurlívið, fyri at spara familjuna fyri stríði at hava eitt breka barn, ella fyri at spara samfelagnum fyri nakrar krónur ?
Við at skipa fyri eini fundarrøð um evni ynskir felagið Javni at varpa ljós á hesar spurningar.