Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum
-----
Lesandi, stakir uppihaldarar og barnafamiljur skulu hava betri sømdir og størri part av ríkidømi landsins.
Tað sigur Javnaðarflokkurin í nýggja átakinum ‘Javnari Føroyar’. Talan er um eitt tyssi av uppskotum, ið skulu bøta um korini hjá teimum, sum hava tørv á einum fíggjarligum lætta.
Í fyrsta umfari fevnir átakið um hesi fýra uppskot:
1. Hægri barnagjald til stakar uppihaldarar (saman við Tjóðveldi og Framsókn).
2. Hægri lestrarstuðul til lesandi.
3. Hægri barnafrádrátt til allar barnafamiljur (saman við Tjóðveldi og Framsókn)
4. Kanning av, hvussu til ber at lækka kostnaðarstøðið í Føroyum.
Endamálið við átakinum er at bøta um lívskorini hjá teimum samfelagsbólkum, sum fíggjarliga hava tað truplast í dag. Uppskotini byggja lutvíst á tilmæli úr álitinum “Heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur”.
Javnaðarflokkurin heldur, at stóri láginntøkubólkurin, sum als ikki fekk lut í flatskattalættanum, nú eigur at fáa ein lætta. Tí verður eisini arbeitt við uppskotum, sum skulu lætta um hjá pensjónistum.
Harumframt arbeiðir flokkurin við eini skattaumskipan, sum fyrst og fremst skal lætta um hjá láginntøkubólkum.
Í fyrsta umfari verður skotið upp at hækka barnafrádráttin við 1.500 kr. árliga fyri hvørt barn í familjuni, so hann framyvir verður 8.000 kr. Eisini skjýtur flokkurin upp at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar úr 544 kr. upp í 800 kr. mánaðarliga fyri hvørt barnið.
Viðvíkjandi lestrarstuðlinum verður skotið upp at hækka hann við 10 prosentum, so hægri stuðulin fer úr 3.737 kr. upp í 4.110 kr., meðan lægri stuðulin fer úr 1.800 kr. upp í 1.980 kr. mánaðarliga.
Á vári í 2012 skjeyt Javnaðarflokkurin upp at kanna, hvussu til ber at lækka kostnaðarstøðið. Uppskotið varð felt av samgonguni, sum segði seg arbeiða við málinum. Men higartil hevur samgongan onki gjørt við málið, og lítil bati er at hóma á økinum. Tí leggur Javnaðarflokkurin nú uppskotið fram av nýggjum.
Javnaðarflokkurin heldur vaksnandi skilnaðin millum landsins borgarar vera ein stóran trupulleika. Samfelagið er um at brotna av um tvøran. Øðrumegin hava fólk meira millum hendurnar enn nakrantíð fyrr – og hinumegin hava fólk ilt við at fáa endarnar at røkka saman.
Mongu umsóknirnar til “Í menniskjum góður tokki”, og livikorskanningar hava eisini staðfest, at í Føroyum eru familjur, sum eru heilt illa fyri fíggjarliga – serliga har bert ein uppihaldari er í familjuni.
Seinastu 4 árini er samlaða fólkatalið minkað við oman fyri 500 fólkum – ella við einum heilum prosenti. Sama tíðarskeið er talið av kvinnum í burðardyggum aldri minkað við nærum fimm prosentum.
Javnaðarflokkurin heldur minkandi fólkatalið og skeiklaðu aldurs- og kynssamansetingina vera okkara størstu avbjóðing – sum vit hava skyldu til at gera nakað við.
Orsøkirnar til støðuna eru sjálvsagt fleiri. Men ein teirra er, at trongu fíggjarligu korini hjá láginntøkubólkum, barnafamiljum, lesandi og ikki minst støkum uppihaldarum.
Kostnaður
Fortreytin undir øllum broytingum er sjálvsagt, at ein haldfør fígging verður funnin.
Nettokostnaðurin fyri nevndu uppskotini liggur um 20 mió. kr. árliga. Uppskotini um hægri barnafrádrátt og barnaískoyti vóru partar av fíggjarkørmunum hjá andstøðuni, ið hevði eitt lægri hall fyri landskassan, enn samtykta uppskotið hjá samgonguni.
Mett verður, at hækkingin í lestrarstuðulinum kann haldast innanfyri fíggjarkarmarnar m.a. orsaka av, at peningastovnarnir hava lækka útlánsrentuna munandi. Hetta ber við sær lægri útreiðslur hjá landskassanum til rentustuðul enn ásett í samtyktu fíggjarkørmunum.
Tiltakið ‘Javnari Føroyar’ er fyrsta átak í einum røð av sonevndum Føroya-átøkum, sum eru á veg frá Javnaðarflokkinum.
Í Føroya-átøkunum savnar flokkurin eina røð av uppskotum í tyssum, sum øll skulu tæna einum hægri endamáli um at skapa einar samhaldsfastari Føroyar, har øll hava rímiliga livikor og einar Føroyar, har tað er pláss fyri okkum øllum – og á tann hátt at venda fólkafráflyting til fólkatilflyting.