Norðoya Javnaðarfelag hevur í dag kunngjørt listan til løgtingsvalið 1. september.
Trý fólk eru á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum. Tvey teirra eru løgtingsfólk, harímillum formaður floksins, Aksel V. Johannesen.
Tey trý valevnini eru:
Eyðgunn J. Samuelsen, løgtingskvinna
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
og Finnbjørn Vang, lesandi og útróðrarmaður.
Petur Martin Hansen, formaðurin í Norðoya Javnaðarfelag, fegnast yvir listan hjá felagnum.
- Vit fegnast um, at okkara listi hevur trý sterk valevni, ið øll somul eru til reiðar at gera teirra allarbesta fyri, at ein sterkur Javnaðarflokkur fær høvi at skipa samgongu eftir valið.
- Valevnini brenna fyri Norðoyggjum og vilja gera sítt til, at vit framhaldandi menna Norðoyggjar - bæði tá ið tað kemur til Klaksvíkar sjúkrahús, samferðsluna og vinnu og útbúgvingarmøguleikar, sigur Petur Martin Hansen, formaður í Norðoya Javnaðarfelag.