Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð - 250 lestraríbúðir afturat

250 nýggjar lestraríbúðir í høvuðsstaðnum eru nú nærri til at gerast veruleiki. Býráðið samtykti í gjár at leggja lendi av til verkætlanina.

 

Íbúðirnar verða til lesandi og lærlingar, hvørs tørv á bústaðarmøguleikum vit øll kenna.

 

Hetta er enn eitt vallyfti hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð, sum til kommunuvalið lovaði fleiri bústaðir, eisini bústaðir til ung og lesandi, so hetta gleðast vit um.

 

Nú skal arbeiðast skjótt, og beint eftir løgtingsvalið vil Javnaðarflokkurin syrgja fyri, at arbeiðið byrjar.

 

Nú er Tjóðveldi í miðlunum fyri at kanna sær bitan og allan heiðurin, við forkvinnuni og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á odda. Hetta er ein ódámlig framferð, tí eingin flokkur kemur nakran veg uttan samstarv við aðrar flokkar.

 

Í Javnaðarflokkinum eru vit fegin um, at eisini politikarar úr øðrum flokkum enn Javnaðarflokkinum vilja, at høvuðsstaðurin fær 250 nýggjar bústaðir til lærlingar og lesandi.

 

Forkvinnan í Tjóðveldi og borgarstjórin í Tórshavnar býráð nevna í teirra agitatión Stórhøllina við Tjarnir.

 

Undir leiðslu Javnaðarfloksins í Tórshavnar býráð, við Heðini Mortensen, borgarstjóra, bleiv stórhøllin við Tjarnir bygd.

 

Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, útvegaði fitt av fígging til verkætlanina, og uttan hesa fígging høvdu vit neyvan komið á mál.

 

Vert er at nevna, at sitandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu atkvøddi ímóti at byggja høllina.

 

Við Javnaðarflokkinum á odda fært tú úrslit, heldur enn heita luft. Tí eigur tú at velja Javnaðarflokkin.

 

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð,

 

Heðin Mortensen,

 

Bergur Robert Dam Jensen,

 

Kristianna Winther Poulsen

 

(Mynd: Ólavur Frederiksen)