KÍ hevur vunnið 25 kappingardystir á rað móti EB/Streymi

Tað vera skjótt níggju ár síðani EB/Streymur seinast vann ein kappingardyst móti KÍ

Savnsmynd

Klokkan 18.30 í kvøld verður fyrsti dysturin leiktur í triðja umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. 

 

Við Margáir í Streymnesi tekur EB/Streymur móti greipuvinnarunum, KÍ.

 

KÍ hevur eina risastóra favorittstøðu. Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,06 og 1,11. Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 13,50 og 19,05. 

 

KÍ hevur snøgt sagt vunnið 25 kappingardystir á rað móti EB/Streymi. Seinast EB/Streymur vann ein kappingardyst á KÍ var 6. august í 2017, tá EB/Streymur á heimavølli vann 2-1 á KÍ.

 

HER eru tey seinastu 25 úrslitini í kappingardystum millum EB/Streym og KÍ við miðaloddsunum, ið vóru til dystirnar:

 

##med2##

 

##med3##

 

Keldur: FaroeSoccer og Betexplorer

 

Savnsmynd