Hesir flokkar gjalda nú prísin fyri at vera uppi í fullveldisdansinum? ? ?Nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup og Dimmalætting er áhugaverd.? ?Áhugaverdast er, at Sambandsflokkurin fer umleið 10 prosent fram í mun til seinasta val, meðan smáflokkarnir – Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin – næstan hvørva, og Javnaðarflokkurin fær ein frammaná.? ?Higartil hava flestu viðmerkjarar – soleiðis eita teir í dag – billað fólki inn, at kreppan og veika støðan hjá Landskassanum gevur Sambandsflokkinum stóru undirtøkuna.? ?Hetta er neyvan allur sannleikin.? ?Veruleikin er helst, at Javnaðarflokkurin og smáflokkarnir nú noyðast at gjalda prísin fyri at vera uppi í fullveldisdansinum.? ?Stundum hava vit ikki sæð nakran mun á hesum trimum flokkunum og so teimum ekstremu kreftunum í Tjóðveldinum.? ?Allir tríggir flokkarnir hava seinastu árini slept sunnari fornuft. Allir hava tikið undir við at skerja Ríkisveitingina. Teir vóru ímóti at tiðna Ríkisveitingina, tá kreppan byrjaði. Og teir eru allir – uttan undantak – heitir talsmenn fyri at draga Føroyar nærri loysingini við at seta í verk eina nýggja stjórnarskipan, sum í verki er ein fullveldisgrundlóg.? ?Føroyingar flestir eru ímóti slíkum politikki, og teir tríggir flokkarnir gjalda nú prísin.?