Bárður Nielsen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið
Føroyar standa fyri stórum avbjóðingum.
Øll vita, at longu frá 1. jan. 2012 – tvs. um stívliga tveir mánaðir – mugu gerast sparingar og umskipanir. Hetta um hallið hjá landskassanum skal fáast burtur og stóra uttanlandsskuldin gjaldast aftur.
Avbjóðingin er at spara, uttan at tað gongur ov nógv út yvir vælferðina og livistøðið í Føroyum.
Spara og varðveita vælferð
Hvussu kunnu vit spara og samstundis varðveita vælferðina og livistøðið?
Ja, tað gerst fyrst og fremst við at útvega fleiri inntøkur.
Sambandsflokkurin vísir á, at vit skulu fáa meira burtur úr okkara fiskivinnutilfeingi og ráðvøru. Harafturat skulu reformar gerast innan stór samfelagsøkir, so skattaborgarin fær sum mest fyri hvørja skattakrónu.
Harumframt er neyðugt at tryggja, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.
Soleiðis má verða frameftir.
Blokkurin skal tiðnast
Inntøkuskapanin í fiskivinnuni og í reformunum er ikki nóg mikið, um bukt skal fáast við undirskot í 500 milliónirs klassanum hvørt ár.
Tí má og skal ríkisveitingin prístalsviðgerast. Tað vil geva eina meirinntøku á uml. 200 mió. kr. ÁRLIGA frameftir. Tað er harðliga brúk fyri hesum inntøkum, og tað er púra náttúrligt, at Føroyar taka við sínum parti av umfordeilingini og útjavningini av vælferð í Ríkinum.
Ríkisveitingin er tryggasta inntøkan í Føroyum. Óheft av marknaðum og sveiggjum í búskapinum. Tað vita øll.
Javnaðarflokkurin linkar í kongunum
Vit síggja nú, at Javnaðarflokkurin sigur seg ikki kunna stuðla prístalsviðgerðini av ríkisveitingini.
Hetta er merkisvert, tí tað merkir samstundis, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at ofra vælferð í Føroyum. Hetta líkist ikki sosialt ábyrgdarfullum politikki.
Eisini sær út til, at Javnaðarflokkurin vil geva avkall uppá ein sterkari og tryggari búskap, nú vit standa framman fyri at skula gera fíggjarlig inntriv.
Tað hongur ikki saman, at ein flokkur, ið kallar seg “samríkisflokk” og gongur inn fyri at styrkja vælferðartænasturnar, sigur nei til tryggar ríkisinntøkur.
Skattaútspælið hjá Javnaðarflokkinum er í so máta bert eitt úttrykk fyri, at skattabyrðan skal umfordeilast. Skattauppskotið skapar ikki fleiri inntøkur til Føroya land.
Tað ger prístalsviðgerðin av ríkisveitingini.
Samstarv við Javnaðarflokkin gagnligt?
Sum eg síggi støðuna, vendir Javnaðarflokkurin sær ímóti einum máli, ið hevur avgerandi týdning fyri føroyskan búskap og Sambandsflokkin sjálvan.
Tá er spurningurin, um Sambandsflokkinum eigur at samstarva við Javnaðarflokkin eftir løgtingsvalið.
Spurningurin er, um Sambandsflokkurin nú eigur at umhugsa aðrar – liberalar – møguleikar.
Okkara krav má vera, at vit skulu hava fatur á øllum inntøkum at styrkja búskapin við, nú nøkur ódnartøk skulu takast.
Vit mugu jú ikki missa vælferðina.