Javnaðarflokkurin tryggjar nýggju Føroyar við nýhugsan og nýskapan !

Eyðgunn Samuelsen
Javnaðarflokkurin

Vinnuliga, politiskt og samfelagsliga er neyðugt at hugsa nýtt. Framtíðarstøða Føroya snýr seg um, í hvønn mun vit megna at laga okkum til nýggjar og ørðvísi avbjóðingar. Hetta vil eitt javnaðarumboð á fólkatingi arbeiða fyri heldur enn at reypa av hvussu nógv mál ein vil reisa.
Danmark og hini norðanlond eru fyrimyndir fyri restina av Europa, tá ið tað kemur til at duga at laga seg til tær ørðvísi avbjóðingarnar, ið globaliseringin hevur við sær.
Tey eru fyrimyndir tí tey hava eina væl útbúna arbeiðsmegi, góðar møguleikar fyri útbúgving og eftirútbúgving, ein vælvirkandi arbeiðsmarknað og ikki minst eina vinnu ið megnar at umstilla seg til broyttar fortreytir.
Eisini vit í Føroyum mugu leggja dent á hvørjar fyrimunir og møguleikar vit hava. Eitt nú hava vit serstakan møguleika at kappast tá tað ræður um dygd og feskleika á okkara fiskavørum.
Vit skulu nú og í framtíðini velja nýggjar leiðir heldur enn vanahugsan ! Okkara besta tilfongi er eitt vitandi og virkisfúst fólk. Tí skulu vit halda fram at menna útbúgvingar møguleikarnar. Vit skulu skapa nýggjar vinnur. Og vit skulu royna nýggjar leiðir so vit fáa meira burturúr tí stóra vitannartilfongi vit longu eiga.
At hugsa nýggjar tankar krevur eisini at tú letur dyrnar upp út í heim og her er fólkatingsumboðanin eitt gott amboð. Vit mugu velja um Føroyar skulu lata dyrnar aftur og passa okkum sjálvi, ella um vit skulu lata upp fyri teimum møguleikum sum eitt víðka samstarv við útlendingar og umheimin gevur.
Fyri Javnaðarflokkin er valið greitt, vit vilja tryggja nýggju Føroyar við nýhugsan og nýskapan og tí vilja vit samstarva við umheimin og á tann hátt støðugt menna Føroyar. Fyrsta stigi er at fáa umboð á Fólkating aftur.
Góði veljari, vil tú vera við til at tryggja Føroyar á Fólkatingi tann 8 februar, so setur tú kross við eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum.
Gott val !