?Tað er Javnaðarfloksins greiða fatan, at neyðugt er við einum pensjónsreformi, sum hevur til endamáls at tryggja øllum føroyingum eina virðiliga eftirløn nú og í framtíðini.
Hetta verður gjørt í tveimum. Lutvíst við nýggjari skipan fyri eftirlønaruppsparing, og lutvíst við munandi broytingum í almennu fólkapensjónini.
Við lóg verður ein nýggj arbeiðsmarknaðar eftirlønaruppsparing sett á stovn, sum skal fevna um allar løntakarar í Føroyum. Henda eftirlønarskipan skal við eini skiftistíð koma í staðin fyri allar verandi og ógviliga ymisku eftirlønarskipanir, sum eru fingnar í lag við sáttmála millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Nýggja eftirlønaruppsparingin skal byggja á lívrentuháttin, við ávísari lívlangari veiting og ratueftirløn, við ávísari upphædd í eitt áramál.
Samstundis skal skattafyrimunurin til privatar kapitaluppsparingar takast av.
Í almennu fólkapensjónini skulu gerast fleiri broytingar, har høvuðsdenturin verður lagdur á at økja veitingarnar til teirra, ið ikki hava aðrar pensjónir enn almennu fólkapensjónina og Samhaldsfasta at líta á.
Í dag er tann størri parturin av fólkapensjónini ein grundarupphædd, sum óskerd verður veitt øllum yvir 67 ár, uttan mun til aðra inntøku, og tann minni parturin er ein viðbót, sum verður mótroknað av aðrari inntøku.
Henda samansetingini av fólkapensjónini skal broytast soleiðis, at viðbótin verður hækkað munandi og lækkað verður um grundarupphæddina. Hesin leisturin gevur møguleika fyri at hækka viðbótina enn meira enn minkingin av grundupphæddini, soleiðis at endaúrslitið hjá einum, ið ikki hevur aðra pensjón ella inntøku, verður størri enn samlaða pensjónsupphæddin við samhaldsfasta, grundarupphædd og viðbótum er í dag.?
Javnaðarflokkurin vil, at reguleringin av viðbótunum verður broytt soleiðis, at mótrokningin av aðrari inntøku verður lækkað munandi, so tað skal fremja hugin til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum eftir vanliga pensjónsaldurin.
Samstundis vil Javnaðarflokkurin halda fast við, at tað ikki skal mótroknast frá fyrstu krónu, men at tað framvegis skal verða eitt ávíst inntøkumark, áðrenn mótroknað verður.?
Javnaðarflokkurin vil broyta reguleringina av fólkapensjónini, frá støðuni í dag, har bert viðbótin verður regulerað við ein føstum prosentsatsi, til eina nýggja regulering við einum miðaltali av prístali og lønarvøkstri.
Í sambandi við, at ein eldri hjúnarfelagi verður pensjónistur, skal hesin ikki mótroknast inntøkuni hjá yngra hjúnarfelaganum, ið framvegis er á arbeiðsmarknaðinum.?
Javnaðarflokkurin vil, at pensjónsaldurin skal sum grundregla framhaldandi vera 67 ár, men markið eigur at vera smidligt, soleiðis at fólk fáa størri frælsi at gera av, nær tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Velja tey at útseta pensjónina, skulu tey kunnu fáa endurgjald við hækkaðari viðbót. Samstundis skal verða betri møguleiki hjá teimum, sum mugu gevast á arbeiðsmarknaðinum av sliti, til at kunna fáa framskundað pensjónina.
Javnaðarflokkurin heldur, at miðast skal eftir, at vit við árunum flyta okkum frá at gera mun á ógiftum og giftum, og í staðin javnseta øll sum sjálvstøðugar persónar. Miðað verður eisini eftir at umskipa uppihaldsskylduna soleiðis, at samlivandi verða viðgjørd eins og hjún.
Fyri at tryggja framtíðar pensjónsviðurskiftini í Føroyum, vil Javnaðarflokkurin fremja henda pensjónsreformin við munandi broytingum í almennu fólkapensjónini, og við at stovna eina nýggja skipan við eini eftirlønaruppsparing, sum skal fevna um allar løntakarar í Føroyum. ?
Javnaðarflokkurin tekur sostatt ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at mótroknað verður í fólkapensjónini frá fyrst tjentu krónu afturat pensjónini.??Viðvíkjandi fyritíðarpensjónini tekur flokkurin ikki undir við, at mótroknað verður frá fyrstu krónu. Hetta tí, at tað er beinleiðis í mótstríð við teir stóru batar, ið vórðu framdir undir fyrru ABC samgonguni, við tí endamáli at stimbra fyritíðarpensjónistin til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum, alt eftir arbeiðsførleika.