Norðoya Javnaðarfelag hevur stillað fimm valevni upp til løgtingsvalið Norðoya Javnaðarfelag hevði sín 3. uppstillingarfund fyrrakvøldið, og har varð samtykt at stilla fimm valevni upp til komandi løgtingsval.
Tey fimm eru Aksel Johannesen, Jónleif Johannesen, Tummas Lervig, Eyðgunn Samuelsen og Mamy Dahl Sørensen.
Vilhelm Johannesen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin á Løgtingi í mong ár, stillar ikki uppaftur. Aksel Johannesen, sum nú stillar upp, er sonur Vilhelm.