So gjørdist Javnaðarflokkurin størsti flokkur á tingi. Í hvørt fall sambært seinastu gallupkanning. Og tað hevði flokkurin væl og virðiliga uppiborið. Flokkurin hevði vaksið við trimum tingmonnum.
Eg meti, at Petur M. Dam, sáli, og Vilhelm Johannesen eru millum frægastu politikarar, ið sitið hava á tingi, síðani heimastýrislógin kom í gildi – alt meðan sitandi samgonga smalkar um leiðirnar smalar hjá teimum á niðastu rókunum.
Hin 1. apríl 1957 kom í gildi í Danmark nýggj fólkapensiónslóg. Hon avloysti gomlu lógina um »alderdomsforsorg«.
Løgtingsval var í Føroyum í november í 1958. Til hetta val sendi Føroya Javnaðarflokkur út bókling við upplýsing um hesa nýggju lógina, sum eisini kundi koma at galda fyri Føroyar.
• Danski staturin skuldi gjalda 50%
• Føroyski landskassin skuldi gjalda 40%
• Føroysku kommunurnar skuldu gjalda 10%
Føroyski Javnaðarflokkurin fór við løgtingsvalið fram frá fimm til átta tingmenn.
Og føroyski Javnaðarflokkurin helt lyfti sítt. Petur M. Dam, sáli, gjørdist Føroya løgmaður, og stutt eftir kom í gildi fyri Føroyar lóg um fólkapensión, sum avloysi hina gomlu lógina um aldursrentu.
Menn hava hildið, at fólkapensiónin er ov lítil, serliga nú hon ikki er ajourførd við fólkapensiónina í Danmark. Og menn løgdu til brots at leita eftir eini skipan, sum kundi útvega fólkapensiónistum nakrar krónur meira á ellisárum.
Minnist meg rætt var tað Javnaðartingmaðurin Vilhelm Johannesen, sum ferðasti um í fleiri londum til tess at finna eina hóskandi skipan, sum kundi vera eitt ískoyti til fólkapensiónina. Úrslitið var hin samhaldsfasti eftirlønargrunnurin. Men synd er at siga, at teir borgarligu flokkarnir í Føroyum lovprísaðu hesi skipan. Tvørturímóti. Tó, eftir mikið stríð eydnaðist at fáa meiriluta fyri hesi skipan – í skerdum líki – soleiðis at útgjaldið kom at vera um helvtina av tí, sum upprunaliga var ætlað.
Í stuttum kunnu vit í myndatalu taka saman um royndirnar hjá Javnaðarflokkinum at útvega føroyskum pensiónistum mannsømilig kor.
Javnaðarflokkurin plantaði tvær plantur.
Hesar planturnar fingu ávikavist nøvnini:
• Fólkapensión
og
• Samhaldsfasti eftirlønargrunnur.
Og ikki kann sigast annað, enn at Javnaðarflokkurin eftir førimuni hevur roynt at fingið planturnar at trívast.
Nevnast sum dømi kann, at maður og kona, sum bæði eru pensiónistar, tilsamans fáa umleið kr 15.000 um mánaðin ella kr 180.000 um árið.