Sum einasti flokkur á tingi hevur Sjálvstýrisflokkurin hildið fast um givin lyfti. At henda støðutakan hevur kostað – eisini briksl frá hinum flokkum á tingi – hevur ikki fingið Sjálvstýrisflokkin at broytt støðu. Verri er, at hinir flokkarnir hava tikið so langa tíð at koma til somu niðurstøðu.
Ímeðan vanlig fólk hava sæð hvønn veg tað gekk, hava ABC samgongurnar frá 2004 gjarað út til høgru og vinstru.
Eitt milliarda projekt fyri og annað eftir hava sæð dagsins ljós, so hvørt sum fíggjarvánirnar eru vornar daprari. Tað tykist sum stjórn okkara roynir at finna undirhald til fólkið, so fólkið ikki hugsar um, hvussu stýrt verður, bert fyri at tey sjálvi kunnu blíva sitandi á ovastu rók sum longst. Hetta er at halda fólk fyri tað turra spott.
Hvør hevur vakt Jóannes?
Nú Jóannes letst farin í krossferð fyri teimun ‘bleytu’ virðunum, er rímuligt at spyrja, hvat hevur vakt hann?
Nú um miðan desember á sjeynda ABC-ári letst Jóannes við fylgi, at hetta hevur altíð verið teirra hugsjón. Hetta er enn ein spinn-sjónleikur fyri fólkið.
Hesin høgi harri – sum við fylgi sínum hevur atkvøtt fyri tunnlum, vegum og skattalættum líka til henda dag – hava gjarað út úr landskassanum úttan fyrilit fyri at fíggjarvánirnar broytast, tí raksturin av føroyska samfelagnum er vaksin til meir enn vit megna. Antin letst hann at spæla býttur, ella tað sum verri er – hann heldur føroyingar eru býttir.
Svarið er helst veljarakanningin! Einasta, sum er broytt, er ein veljarakanning. Soleiðis er rímuligt at staðfesta, at hugsjónirnar hjá hesum javnaðarflokkinum bert er ‘veljarakanningar!’ Ikki sannførðing um rætt ella skeivt, ikki eyðmýgd og tokki fyri fólkaræðinum, ikki samkensla við teimum, sum tørva, ikki ein spurningur um, hvat er best fyri Føroya fólk – tað er bert ein spurnngur um, hvat er best fyri meg – hvussu kann eg blíva sitandi á hægstu rók? Níggju fólk sita tey á rað, á tingi og í landsstýri og hava sína inntøku av at samtykkja og fremja fólkaflokspolitikk. Nú ræðast tey, at uppsagnir koma at kosta størv – javnaðarstørv!
ABC má vrakast, sosial-liberalt sjálvstýri er alternativið!
Seinastu mongu árini hevur Javnaðarflokkurin javnan klætt seg spillnaknan, blakað øll prinsippir og allan politikk fyri at sleppa at sova í somu song sum fólkaflokkurin. Síðani 1974 hevur javnaðarflokkurin oftast og mest verið í samgongu við júst fólkaflokkin.
Soleiðis hevur Javnaðarflokkurin heilhjartaður og áhaldandi ført tann karráða fyrilitarleysa borgarliga politikkin, sum hann nú ávarar ímóti.
Nú ein veljarakanning gevur ábending um, at songin tykist smalka, og javnaðarflokkur kann detta á gólv eftir í áravís at hava ligið og neyðhildið seg í uttasta høgraflokkinum, nú rópa tey knappliga, at tey heldur vilja sleppa í aðra song.
Jóannes Eidesgaard fer í søguna sum politikarin, sum segði, at tú hevur ein karm, til tú velur ein annan. Eftir at hava víst á karmin sum stórsigur fyri javnaðarflokkin og bedýrað, at lønarhækking fór at føra við sær uppsagnir, ja so ávarar flokkurin nú ímóti kørmum og uppsagnum.
Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins má vísa á, at politikkur, sum bert tænir at endurvinna egnan sess, kemur at hava avgerðandi neiligan leiklut í næstu samráðingum um skipan av virkisførari stjórn. At samstarva við politikarar, sum lova og lova úttan at royna, og hvørs einasta endamál er at vera afturvaldir, kemur ikki uppá tal eftir næsta val.
Sjálvstýrisflokkurin vil, at tey sum stjórna hesum landi, gera tað fyri fólksins besta, ikki egna besta. Vit geva fá lyfti, men vit halda tey.