POLITIKUR
Í dag, 23. januar 2008 eru liðin 80 ár síðani, at Føroya Javnaðarflokkur kom á ting. Tað var á valinum hendan dagin, at Petur Mohr Dam varð valdur á ting í Suðuroyar valdømi og Mourentius Viðstein í Suðurstreymyar valdømi.
Javnaðarflokkurin var annars stovanður í 1925. Í høvuðsheitinum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu skipað Socialistisk Ungdomsforbund SUF og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin.
Fyrsta valfelagið hjá flokkinum var Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum var stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganes 25. september 1925. M. S. Viðstein var fyrsti formaður felagsins.
Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar javnaðarfelag. Har var Petur Mohr Dam ein av høvuðsmonnunum.
Tað vóru fakfelagsfólk, sum tóku stig til at stovna fyrstu javnaðarfeløgini.
Petur Mohr Dam var lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyi, Enigheden.
Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men hendan skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.
Til løgtingsvalið í 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið í 1926 stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan tryggja valevni Sambandsfloksins, Andrassi Samuelsen. M. S. Viðstein gav Sambandsflokkinum ein skarpan gang. Sambandsflokkurin fekk 2.462 atkvøður, meðan Javnaðarflokkurin fekk 1.046 atkøvður. Tann traditionelli mótstøðuflokkurin hjá Sambandsflokkinum annars, Sjálvstýrisflokkurin, fekk einans 490 atkvøður.
Tann 23. januar í 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið, t. e. 10,6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting, Petur Mohr Dam av Tvøroyi og M. S. Viðstein úr Havn. Tá fingu Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ávikavist 46% og 42,4%.
Teir báðir javnaðarmenninir vórðu afturvaldir á valinum í 1932 við 10,5% av atkvøðunum.
Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur íuppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysisstuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men fólkið tók undir við flokkinum, sum fekk stóra framgongd til valið í 1936, tá tað eydnaðist at fáa seks limir valdar, tríggjar úr Suðuroy, ein úr Sandoy, ein úr Suðurstreymoy og ein úr Eysturoy.
Petur Mohr Dam, yvirlærari, Tvøroyri
J. H Danbjørg, fyrstilærari, Porkeri
Jacob Nielsen, vitapassari, Sumba
Hans Jacob Poulsen, fiskimaður, Eiði
Trónd Hansen, urtagarðsmaður, Tórshavn
Jóan Petur Davidsen, Sandi.
Hans Jacob Poulsen á Eiði doyði longu árið eftir, og fyri hann á ting kom J. S. Heinesen, skipari í Leirvík.
Trónd Hansen doyði eisini í hesum valskeiðnum, tað var í 1939, og fyri hann á ting sum varamaður kom J. P. Henriksen, bókhaldarim í Havn.
Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum “Føroya Social-Demokrat”.
Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við P. M. Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi P. M. Dam flokkin til deyða sín 8. november 1968.
Javnaðarflokkurin hevði sín lut í fyrireikingunum, sum førdu til heimastýrislógina í 1948 – og hann var partur í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Í 1950 fór Javnaðarflokkurin úr landsstýrinum, og ein borgarlig samgonga varð skipað millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Men eftir valið í 1958, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur og á fyrsta sinni var størsti flokkur, skipaði flokkurin landsstýri við Petur Mohr Dam sum løgmanni. Flokkurin fekk við hetta valið átta tingmenn valdar.
1958 er eitt søguligt ár fyri Javnaðarflokkin, og síðani tá hevur flokkurin verið í níggju samgonum og havt leiðsluna í teimum átta.
Longu eftir valið í 1962 fór Javnaðarflokkurin úr aftur landsstýrinum, tá Sjálvstýrislandsstýrið varð skipað – men eftir valið í 1966 vóru boð eftir flokkinum aftur. Gamla landsstýrið frá 1958 varð aftur skipað millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði tá valskeiðið varð hálvrunnið, og tá var landsstýrið umskipað við Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum sum løgmanni. Hetta landsstýrið varð aftur skipað eftir valið í 1970 við Atla Dam sum løgmanni.
Eftir valið í 1974 skipaði Javnaðarflokkurin nýtt landsstýrið saman við Fólakflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Hetta landsstýrið helt fram aftir valið í 1978, men samgongan slitanði í 1980, tá stríð tók seg upp um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni – tað tá so nógv umrødda Lasse II málið, og Javnaðarflokkurin fór í andstøðu.
Síðani hevur Javnaðarflokkurin verið í samgongu valskeiðini frá 1984-88, 1990-94 og helvtina av valskeiðnum frá 1994-98, tá flokkurin fyri fyrstu verð síðani 1950 var í samgongu uttan at hava løgmann.
Eftir átta ár í andstøðu slapp flokkurin aftur inn í hitan eftir valið í 2004 – og fekk løgmann. Hvussu leikur fer á áttatiáradegnum og komandi dagarnar, fáa vit at síggja. Men okkurt bendir á, at Javnaðarflokkurin sum fjórðstørsti – ella triðminsti – flokkur á tingi fær leiðsluna av landsins stýri og varðveitir Jóannes Eidesgaard sum løgmann.