Javnaðar- og Fólkaflokkurin hava selt ommu sína

- Eg skal erliga viðganga, at slíkar gerðir sum tær hjá løgmanni, gera at eg havi ógvuliga lítið álit á hvat hendur í føroyskum politikki, sigur formaðurin í Tjóðveldi um støðuna í dag. Hinvegin sigur hann at flokkurin hjá honum fer at prioritera grundlógararbeiðið næstu tíðina

Tá Sosialurin í morgun tosaði við Høgna Hoydal, greiddi hann frá, at skilið í føroyskum politikki skelkar hann.

- Javnaðar- og Fólkaflokkurin hava selt ommu sína fyri lítið og lætt. Vit fáa eina borgarliga sambanssamgongu, og omaná gerðirnar hjá Jóannesi Eidesgaard í skrivstovumálinum sær ikki gott út. Afturat hesum er løgi at Javnaðarflokkurin aftur roynir hetta borgarliga samstarv, samstundis sum Fólkaflokkurin hevði góðan møguleika fyri eini aðrari samgongu, er hetta sum heild løgi, sigu formaðurin í Tjóðveldi.

Hóast tað, vil hann ynskja Kaj Leo Johannesen til lukku við løgmanssessinum, men leggur dent á at Tjóðveldi verður ein kritiskur og sterkur andstøðu flokkur.

Til skrivstovumálið sigur Høgni Hoydal, at tað er eitt serligt mál, teir beinanvegin vilja kanna út í æsir, fyri at reinsa flokkin. Sambært Høgna Hoydal verður eisini stórur dentur lagdur á arbeiðið við føroyskari grundlóg.


Hava ávirkan

- Eg haldi tað vera løgi, at uttanríkisráðið, sum aðrir flokkar hava morlað niður í sand og øsku, at enda skal verða tað, sum næstan koppar øllum, men tað er sjálvandi gleðiligt at tað verður verandi, sigur Høgni Hoydal.

Hann leggur afturat, at sum hann hevur sæð í nýggja samgonguskjalinum, er tað mesta bara víðari frá tí sama, sum CHE-samgongan hevði, og at restin sær út til at vera uttan mál og mið.

Men sum heild er Høgni Hoydal ovfarin av tí sum hendir, men leggur dent á, at flokkurin eisini í andstøðu fer at gera alt hann er mentur, og at hann er harmur um at ABC-samgongan er ein veruleiki, tí har hevur mann sæð at onki hendi.