Jaspur Vang, sum hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri seinastu átta árini, stillar ikki upp til býráðsvalið.
Tá ið hann tók við sum sýslumaður í Suðuroynni, segði hann sessin sum varamaður í løgtinginum frá sær, og hann avgjørdi bara at sita hesa setuna út í býráðnum.
Hansara hugsan um kommunalt arbeiðið er, at ikki varð stillað upp partapolitiskt. Fólk áttu heldur at hugsað um, hvat best er fyri plássið, heldur hann.
Jaspur Vang var vónbrótin av fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging. Eingin meining var við fólkaatkvøðuni, sum gav samgonguni høvið til at parkera málið.
- Tað rætta hevði verið at givið kommununum eitt skotbrá, eitt hálvt ár ella eitt ár, og so lagt kommunur saman við lóg, sigur Jaspur Vang.
Henn leggur aftrat, at vórðu kommunur lagdar saman, útilokar hann ikki, at hann hevði stillað upp aftur, tí tá hevði kommunala arbeiðið verið meira spennandi.