Jasmin við nýggjum videolagi

Til ber at síggja videolagið her

Bólkurin JASMIN hevur í dag givið út spildurnýtt videolag. Talan er um eitt videolag til lagið "Remember".

Jasmin Mote, sum er oddakvinna í bólkinum, vann fyri tveimum vikum síðani heiðurin sum ársins sangarinna fyri aðru ferð á rað, og útgávan frá í fjørsummar "I know it's over" varð eisini heiðrað sum ársins útgáva.

Leikstjóri til nýggja videolagið er Jenný Kragesteen, og Pætur Høj Costume hevur filmað og klipt. Sára Sondum hevur sniðgivið. Petur Sigurð í Króki hevur klipt og hjálpt við tøkniliga partinum. Íðunn Mortensen var "runner". Framleiðarar eru: Raclip, Jenný Kragesteen & Leo Lávík.

Videolagið til "Remember" er tøkt á Youtube, og tú kanst síggja tað niðan fyri her:

##med2##