Jarnbardur aftur fremst

Tað tók sína tíð hjá kvinnunum á Jarnbardi at sleppa leysar av Kollfirðingi, men tá tær fyrst vóru leysar, var eingin ivi um sigurin

Kvinnurnar á Jarnbardi hava verið í serflokki hjá 6-mannaførum við kvinnum í ár. Tær hava vunnið trygt á bæði Norðoyastevnuni og á Sundalagsstevnuni, og leygardagin vóru tær eisini stórfavorittar at vinna róðurin á Jóansøku.

Tær fingu eisini bestu byrjanina í kappingini ímóti Kollfirðingi og Smyrli, og ikki gekk long tíð, áðrenn tær vóru knappa bátslongd framman fyri Kollfirðing. Tað tók tó eina løtu hjá Jarnbardi at blíva leysar av Kollfirðingi, men tá tær fyrst vóru leysar, var slett eingin ivi um úrslitið.

Jarnbardur bara økti um munin inn eftir fjørðinum, og tá bátarnir komu á mál, var Jarnbardur knappar tríggjar bátslongdir framman fyri Kollfirðing, meðan Smyril var uppaftur sjey ella átta bátslongdir aftari á triðja plássi.

Við sigrinum er Jarnbardur enn ósigraður í kappingini hjá 6-mannaførum við kvinnum, men Kollfirðingur er tó blivin betri og betri fyri hvørja stevnu.