Jarðarferðin hjá Lemmy verður stroymað

Leygardagin verður jarðarferðin hjá Lemmy Kilmister

Beint fyri ársskiftið doyði tiltikni rocksangarin Lemmy Kilmister 70 ára gamal. Lemmy var sangari í rockbólkinum Motorhead.

Leygardagin verður jarðarferðin hjá Lemmy, og nú hevur bólkurin Motorhead kunngjørt, at teir fara at stroyma jarðarferðina hjá Lemmy.

Familja og vinir verða við til jarðarferðina á Forest Lawn kirkjugarðinum í Hollywood, men har er ikki so gott pláss til stórar mannamúgvir, og tí hevur Motorhead valt at stroyma jarðarferðina. Bólkurin heitur á fólk um ikki at møta á kirkjugarðinum, men vísa virðing fyri teimum nærmastu.

- Líkamikið, hvar tit eru, kunnu tit fylgja jarðarferðini. Savnist heima ella á barrum og heiðrið lívið  hjá Lemmy, sigur Motorhead í fráboðanini.

Jarðarferðin verður stroymað á almennu YouTube rásini hjá Motorhead. Jarðarferðin verður klokkan 15.00 lokala tíð, og tað svarar til klokkan 23.00 okkara tíð.