Jarðskjálvti í California

Ein jarðskjálvti, stykimettur til 6,4, var í dag sunnaliga í California.

Miðlar siga, at skjálvtin merktist í Los Angeles, hetta hóast skjálvtamiðdepilin  var 150 kilometrar burtur frá býnum.

Hóast ristingar merktust í býnum, so er ikki talan um stórar skaðar. Til dømis verður sagt á Los Angeles International Airport, at alt er sum ein vanligan gerandisdag.

Eisini í Las Vegas merktist skjálvtin, sigst, men heldur ikki har er frætt um skaðar.