Jarðhitin verður 700.000 krónur bíligari

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, ivast ikki í, at jarðhiti og hitapumpur eru grønara og bíligara framtíðarloysnin

Meðan politiskt stríð er um, hvat slag av hita skal brúkast á nýggja miðnámsskúlanum, Glasir, so ivast skúlastjórin ikki í, at jarðhiti og hitapumpur eru tann grønara loysnin.

 

Hann vísir á, at tá skúlin hevur størstu nýtsluna til hita, um veturin, tá er tað mangan so, at mesti parturin av el-orkuni hjá SEV kemur frá vatn- og vindorku. Tað vil siga, at tann skipanin fær mestu orkuna frá varandi orkukeldum, helst meiri enn 80 prosent, sigur hann.

 

Hann væntar eisini, at hitapumpurnar um summarið kunnu nýtast til at køla skúlan, um tað gerst ov heitt. 

- Jarðhitin saman við hitapumpum verður bíligari, serliga tá ið vit vita, at SEV fer at gera prísirnar ymiskar. So verður sparingin á leið 700.000 krónur um árið, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Les meiri um stríðið um hitaskipanina á Glasi í Sosialinum, sum kom í postkassan í morgun.