Tað er í høvuðsheitum um føroysk grót- og steinsløg, frálæran skal snúgva seg um, og hevur Jarðfeingi í hesum sambandi gjørt eitt risa arbeiði í at savna brot av teimum seks grótsløgunum, sum Føroyar í høvuðsheitum eru gjørdar av. Tey eru blágrýti, feldspattbasalt, olivinbasalt, royðugrót, leirgrýti og kol.
Til endamálið er gjørt eitt serligt rullandi skáp, har grótsløðini eru at finna í teimum ymsu skuffunum og skulu vera ein partur av undirvísingini hjá lærarunum.
Tað var Uni Árting frá Jarðfeingi, sum týsdagin hevði eina framløgu í skúlanum á Argjahamri, har fyrsta royndin við hesum skal vera. Nógvir áhugaðir lærarar og skúlaleiðsla vóru møtt til framløguna, sum var lívlig og bar brá av, at hetta hugskotið avgjørt var nakað, sum skúlin ætlar at taka til sín.
Sum framløgan sjálv segði tað so væl, so er endamálið “at kveikja tilknýti millum næming og jarðfrøðina á ein spennandi og øðrvísi hátt. At vísa børnum og ungum fjølbroytni í náttúruni við bæði lutum, skrivligum tilfari, myndum og upplivingum í náttúruni.”










