Jarðaði deyðfødda barnið tvær ferðir

Ikki fyrr enn nakrar dagar eftir jarðarferðina, fekk Maren Abrahamsen í Paamiut boð um, at kistan var tóm.

Fyrsta líkkistan, sum 31 ára gamla, Maren Abrahamsen, fekk, tá tey skuldu jarða hennara deyðføddu dóttir í Paamiut í Grønlandi, var tóm. Ikki fyrr enn nakrar dagar eftir jarðarferðina, fekk hon boð um, at heilsustarvsfólkini høvdu gloymt at leggja deyðfødda barnið í kistuna.

 

- Hetta var hart. Eg trúði, at jarðarferðin var liðug, og at vit nú kundu hyggja frameftir. Ein ávísur friður var komin yvir meg eftir jarðarferðina, sigur Maren Abrahamsen við www.sermitsiaq.ag um tragiska upplivilsið, hon hevur havt.

 

Tað var í byrjanini av desember, at Maren Abrahamsen fór til Nuuk í Grønlandi fyri at føða barnið, men áðrenn føðingina doyði barnið í móðurlívi. Undir einari viðtalu á føðideildini fekk hon ræðuligu boðini. Jarðarmóðurin hoyrdi ikki hjartaljóðið á barninum, og her varð funnið út av, at hjarta á tí ófødda var steðgað.

 

Tveir dagar seinni – ella hin 4. desember – føddi Maren Abrahamsen deyðfødda barnið við keisaraskurði.

 

- Ein slík pína er ikki til at bera – at fara heim við einum deyðføddum barni í einari kistu, tá tú annars hevur glett teg so nógv at koma heim við tí nýfødda, sigur hon.

 

Heima í Paamiut hevði Maren Abrahamsen fyrireikað jarðarferðina til at vera hin 14. desember. Men, fimm dagar eftir, at jarðarferðin hevði verið, fekk hon knappliga boð um at møta á sjúkrahúsinum í Paamiut. Á fundinum var presturin í býnum, lækni og heilsusjúkrasystir.

 

Og her fortelja tey Maren Abrahamsen, at eitt mistak er hent, og at heilsustarvsfólkini høvdu gloymt at leggja deyðfødda barnið í kistuna, sum hon hevði havt heim við sær. Ella, sagt við øðrum orðum, so hevði hon jarðað eina tóma kistu.

 

- Eg kann ikki lýsa kensluna. Eg gjørdist púrasta í villareiði og hugsaði, hví eg skuldi dragast ígjøgnum eina slíka støðu.

 

Heilsustarvsfólkini upplýstu, at nýggja kistan við dóttrini skuldi koma til Paamiut fríggjadagin hin 21. desember, og Maren Abrahamsen gjørdi av at hava jarðarferðina sama dag – bert eina viku eftir, at hon helt seg hava jaðað deyðfødda barnið.

 

- Eg havi ikki ein gang fingið tilboð um samrøður eftir tað, sum er hent. Eg royni at arbeiða við hendingini við at tosa við familju og vinir. Eg royni ikki at vera sterk, tí eg eri troytt av at hoyra, at eg eri sterk, sigur Maren Abrahamsen við www.sermitsiaq.ag, sum eisini eigur viðheftu mynd.