Seks japonsk tunfiskaskip liggja við bryggju í Reykjavík og kroka Tey seks japonsku tunfiskaskipini komu til Reykjavíkar fyrradagin. Skipini høvdu roynt sunnan fyri íslendska sjómarkið, men høvdu gjørt av at fara til lands at kroka, tí veðurmenninir søgdu frá illveðri.
Íslendskir fjølmiðlar siga frá einum av taimum japonsku skiparunum, at fiskiskapurin hevur verið góður.
Tað eru yvirhøvur indonesar, sum manna tunfiskaskipini, men yvirmenninir eru japanar, skrivar Vísir. Japonsku skipini hava støð á Kanarisku Oyggjunum.










