Japanskt oljufelag sær møguleikar í Føroyum

Millum mongu útlendsku oljufólkini, sum høvdu leitað sær til oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í farnu viku var eisini Shutaro Hasegawa, stjóri í stóru japonsku oljufyritøkuni "Idemitsu".

Oljuráðstevna


Hann var komin alla leiðina úr Tokio til Havnar fyri at hoyra, hvat altjóða serfrøðingar høvdu at siga um framtíðar møguleikarnar at finna olju og gass á føroyska landgrunninum.

Idemitsu arbeiðir í stórum parti av Asia, serstakliga við at selja olju. Felagið er tó farið at vísa áhuga fyri oljuleiting og framleiðslu eisini og er í dag við á norska landgrunninum, har tað hevur lut í Snorrefeltinum. Felagið hevur skrivstovu í Oslo.

Nú verður so roynt at hyggja eftir økjum í eitt nú Europa, har møguleikar eru fyri at finna olju. Og her hevur leiðslan í felagnum so útpeikað sær Atlantsmótið, og her m.a. føroyska landgrunninum, sum eitt av sínum týðandi miðjum.

-Hetta hava verið tveir sera áhugaverdir dagar í Føroyum, har vit eisini hava fingið staðfest tað vit longu vistu frammanundan, nevniliga, at føroyska undirgrundin uttan iva goymir bæði olju og gass sigur Shutaro Hasegawa. Hann vísir serstakliga á tað sera positiva í, at í undigrundini við Føroyar finst keldugrýti, sum er sjálv høvuðsfortreytin fyri í heila tikið at finna olju og gass. Nú verður so roynt at finna fram til, um allar hinar fortreytirnar, so sum at finna egnað reservoir og tak, eisini eru til steðar. Tað er hetta komandi kanningarnar av fláunum undir basaltinum, skulu vísa. Og tað eru hesar kanningar, sum japanska oljufelagið ætlar sær at fylgja við í.

Sjálvur er Shutaro Hasegawa sera bjartskygdur um føroyaøkið, og hann útilokar ikki, at japanska felagið fer at vera við í 3. útbjóðing á landgrunninum, nær hon so enn verður. Men felagið fylgir væl við gongdini í 2. útbjóðing eisini, tó at tað ikki hevur gjørt av at vera við.

-Eg eri ikki í iva um, at Føroyar fara at gerast ein framtíðar oljulandslutur, soleiðis sum allar tær upplýsingarnar vit hava fingið innlit í síggja út. Japanska felagið fer nú at fylgja væl við útviklinginum við Føroyar frá skrivstovuni í Oslo.

Mynd

Shutaro Hasegawa kom beinleiðis úr Tokio fyri at vera við á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Mynd Jan Müller