Japan
Tað gongst ikki so væl millum Japan og Kina á fiskivinnuøkinum beint nú, og mett verður, at eitt fiskivinnustríð er í uppsigling millum londini.
Japansk verjuskip hava higartil í ár tikið níggju kinversk fiskiskip fyri ólógliga veiði. Av hesum vórðu trý skip tikin í endanum av oktober.
Skipararnir umborð á kinversku skipunum eru dømdir fyri ólógliga veiði.
Í fjør tóku japanskir myndugleikar bara tvey kinversk skip fyri ólógliga veiði, so ólógligi fiskiskapurin í japanskum sjógvi hevur vundið nógv uppá seg í ár.
Hetta hevur ført til, at japanska fiskivinnuumsitingin hevur mótmælt gongdini harðliga hjá kinversku myndugleikunum.