Japanar minnast ta stóru vanlukkuna

Í morgun varð skipað fyri serligum minningarhaldi í Japan til minnis um, at tvey ár eru liðin síðani jarðskjálvtan og ta oyðandi flóðalduna, sum skolaði inn yvir ein part av landinum tann 11. marts í 2011. Umleið 19.000 fólk doyðu.

Minningarhaldið byrjaði í Tokyo klokkan 05.46 okkara tíð ella somu klokkutíð, sum tann harði jarðskljálvtin var. Millum teir mongu luttakararnar var Akihito keisari.

Jarðskjálvtin og flóðaldan gjørdu stóran skaða á Fukushima-kjarnorkuverkinum, og var hetta tann ringasta kjarnorkuvanlukkan síðani Tjernobyl-vanlukkuna í 1986.

Arbeiðið at rudda og at endurbyggja tað, sum fór, hevur gingið seint, og enn hava meiri enn 300.000 fólk ikki fingið nakað veruligt at búgva í.