Japanar mótmæla kjarnorku

Umleið túsund fólk gingu í dag kravgongu í miðbýnum í Tokyo, har tey kravdu, at landið skal gevast við at brúka kjarnorku sum orkukeldu. Fyrireikararnir søgdu seg ikki hava álit á, at trygdareftirlitið við teimum verandi kjarnorkuverkunum er nóg gott.

Kravgongufólkini róstu samstundis stjórnini fyri at hava stongt Hamaoka-kjarnorkuverkið, men tey vildu hava stjórnina at endurskoða allan kjarnorkupolitikkin, sum hann er.

Síðani óhappið á Fukushima-kjarnorkuverkinum hava nógvir japanar kravt, at myndugleikarnar skulu leggja størri dent á aðra varandi orku enn kjarnorku.