Tær seinastu vikurnar hevur ein væl mannað sendinevnd frá skipasmiðjum og reiðaríum í Japan verið í Íslandi og kannað møguleikarnar fyri at keypa íslendska útgerð, nú japanar skulu byggja nýggjar trolarar.
Blaðið veit at siga, at japanar hava gjørt av at byggja ein trolara eftir íslendskari tekning, samstundis sum teir hava gjørt sáttmálar um at keypa íslendska útgerð til skipið. Eitt nú hava teir keypt spøl frá fyritøkuni Naust Marine, trol og lemmar frá Hampiðjuni og hagreiðingarútgerð frá fyritøkuni Marel.
Japanski skipaflotin var fyri ógvuliga stórum missi í teirri stóru flóðalduni í mars í fjør. Meiri enn 28.000 bátar og skip sukku, og skaðin varð mettur til 2,2 milliardir dollarar.