Janus á útvarpsferð í Danmark við nýggjum sangi

Janus Wiberg Mortensen ger nú aftur um seg í Danmark, og var í gjár á sonevndum radio-tour í Danmark.

Hann vitjaði fleiri útvarpsstøðir og spældi beinleiðis, ella live. Hetta er í samband við, at Janus í næstum kemur við nýggjum sangi.

Tað er nú nakað síðani at Janus og hansara fólk komu á danska marknaðin við sanginum Når Lyset Rammer Dig.

Vitjað varð í gjár á trimum donskum útvarpsstøðum, og við sær til hesar beinleiðis konsertirnar hevði hann Jens Marna Hansen sum guitarleikara.

Eftir páskir verður Janus gestur í Aftenshowet á DR1.