Janus er føddur og uppvaksin í Kollafirði, sonur Onnu Katrinu, f. Joensen, og Emil Petersen, bæði úr Kollafirði. Hann er nummar fimm í rekkjuni av 13 systkjum. Sum ungur var hann í Íslandi, har hann arbeiddi á einum bóndagarði og róði út. Hann sigldi eisini við føroyskum fiskiskipum. Í 40-unum koyrdi hann hýruvogn í Havn hjá Magnus Bærentsen og í Taxa.
Hann giftist í 1955 við Elisabeth, f. Sørensen (1929-1973), ættað úr Pokeri. Tey búsettust í Kollafirði og fingu trý børn: Bjarna, Annu og Hjørdis.
Áðrenn hann giftist við Elisabeth, átti hann sonin Kára Millum Garðarnar, úr Klaksvík.
Hann er eisini kendur sum Janus í Bindibókini, tá hann stóð sum model í føroyskum troyggjum í tí føroysku bindibókini.
Janus er skiparalærdur, og var hann skipari og partaeigari í línubátinum Eiriki Jalli, sum varð bygdur í Sagvåg í Norra í 1962. Hann sigldi eina tíð hjá donskum reiðaríi. Hann var eisini skipari og partaeigari í farmaskipunum hjá Star.
Konan, Elisabeth, doyði í 1973. Í 1984 giftist Janus giftist við Annefíu, f. Nicolajsen, úr Vestmanna, tey búgva í Vestmanna og eiga dóttrina Elisabeth.
Frá 1983-95 sigldi Janus sum skipari hjá Strandfaraskipum Landsins, fyrst um Vestmannasund og í nógv ár sum skipari á Ternuni um Leirvíksfjørð. Síðan hann gavst hjá Strandferðsluni, hevur hann verið onkran túrin við Artic Viking, sum sonurin Bjarni førur.
Janus er tjóðskaparsinnaður maður og er aktivur limur í Tjóðveldisflokkinum.
Hóast Janus nú fyllir 75 ár, er hann sera virkin, hann spælir fótbólt, rør út, hevur dunnur og seyð. Ætlanin var at halda føðingardagin, men vegna verkfallið er hann burturstaddur.










