Nú í september og oktober hevur Janus á Húsagarði listaframsýning á Býarbókasavninum í Havn
Sum vaksin hevur hann havt hópin av listaframsýningum í Føroyum, Íslandi og Danmark. Hann hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar og fløguhúsar, hevur teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning. Framsýningin á Býarbókasavninum er av myndum úr barnabókunum, Veiða vind, og Ferðin hjá Mosalisu. Janus á Húsagarði gjørdi eisini 40 ára føðingardagsplakatina til Býarbókasavnið.
|