Í Ukreina hevur Viktor Jusjtsjenko, forseti, tilnevnt fyrrverandi kappingarneyta sín, Viktor Janukovitsj, forsætisráðharra, eftir at stuðtlsflokkarnir hjá forsetanum máttu gevast við royndunum at skipa eina samgongustjórn.
Á forsetavalinum í 2004 stóð stríðið um forsetasessin millum Jusjtsjenko og Janukovitsj, og tá vann tann fyrri.
Viktor Jusjtsjenko segði í dag, at hann og Janukovitsj hava skrivað undir eina avtalu um stjórnarskipan, eftir at tann seinni hevði játtað at virka fyri, at Ukreina tekur seg nærri ES, og at stjórnin skal halda fram við teimum búskaparpolitisku broytingunum.
Eygleiðarar í Kiev siga, at forsetin hevði ikki annað val enn at biðja sín fyrrverandi mótstøðumann um stuðul. Hin møguleikin var at senda tjóðartingið til hús og at skriva út nýval, men meiningakanningar hava víst, at Jusjtsjenko og hansara stuðlar høvdu tapt, bleiv val útskrivað nú.
+ mynd av Viktor Janukovitsj