Januar mánaði góður hjá norðmonnum undir Føroyum

Norskir línubátar veiddu 1300 tons, mest av longu og brosmu undir Føroyum í januar.

 

Norskir línubátar veiddu 1300 tons, mest av longu og brosmu undir Føroyum í januar. Tað er besta fiskitíð hjá norsku línubátunum og teir plaga altíð at royna av verða í føroyskum sjógvi longu 1. januar á hvørjum ári. Tað vil siga, at teir loysa áðrenn nýggjár. Norðmenn hava í mong ár roynt á djúpum vatni sunnanfyri Føroyar og tað eru somu menn, sum koma ár undan ári. Føroyingar hava nakað at læra av teimum. Norskir línumenn. Sosialirin hevur verið í samband við, skilja ikki rættuliga hví føroyskir línubátar ikki royna á hesum leiðum.