Danir vóru við yvirlutan í næsta teininum í Statoil Kring Føroyar kappingini, tá Eysturoyggin var á skránni hósdagin. Nú eru tríggir danir á odda í samlaðu støðuni, og torført verður hjá øðrum súkklarum enn teimum trimum at vinna sær gullmerki.
Talan er um teir tríggjar Jannick Pedersen, Rene Jochumsen og Janus Jørgensen, sum allir komu á mál í senn í Runavík hósdagin. Hesir tríggir eru nú á odda í samlaðu støðuni, og verður tað væntandi ein teirra, sum kemur at standa á ovasta skammli í Tórshavn sunnudagin, tá síðsti teinurin er súkklaður.
Fyrireikingarnar til kappingin í Eysturoynni hósdagin vóru sera góður, og alt gekk sum tað skuldi. Ikki kann sigast annað enn, at Tórshavnar Súkklufelag hevur gjørt eitt sera gott arbeiði higartil.
Teinurin
Súkklararnir hósdagin í Eysturoynni byrjaðu í Norðskála, síðani varð súkklað um Eiðisskarð, har súkklararnir eru á heili 400 metra hædd, via Funningsfjørð og Gøtueiði, til Leirvíkar og eftir gamlavegi. Síðani varð koyrt aftur um Gøtueiði runt Agnið ímóti urinum og til Runavíkar, har koyrt varð í tveimum umførum kring Runavíkina, áðrenn komið varð á mál. Hetta er samanlagt 88 kilometrar.
Bogi Christiansen fremsti føroyingurin
Hóast sterku donsku súkklararnir kanska ikki eru eins vanir við føroysku teinarnar sum føroyingarnir, vístu teir í gjár sína styrki, og tríggir teirra komu á mál fýra minuttir áðrenn nr. 4 og 5. Teir tríggir vóru Janus Jørgensen úr Cycling Aarhus, Jannick Pedersen úr Hammel Cykel Club og Rene Jochumsen úr Cycling Aarhus. Teir høvdu allir tíðina 2 tímar, 33 minuttir og 3 sekund. Sostatt komu teir tríggir um málstrikuna samstundis, meðan nr. fýra og fimm komu fýra minuttir seinni um málstrikuna. Annar av hesum báðum var føroyingurin Bogi Christiansen, og má tað metast sum eitt gott úrslit fyri hann. Saman við Boga um málstrikuna kom Anders Klinkby, sum súkklar fyri Vejen BC, og nýttu Bogi og Anders 2 tímar, 38 minuttir og 5 sekund.
Bogi hevði ein sera góðan endaspurt, tá umførini kring Runavíkina til seinast skuldu súkklast, og hann lá til at enda á fjórða plássi. Men Anders Klinkby megnaði at koma innaftur á Boga, so teir vóru fullkomiliga javnir.
Føroyski favoritturin dragnaði
Bert sjey sekund eftir Boga Christiansen og Anders Klinkby kom føroyingurin og vinnarin av Statoil Kring Føroyar í fjør, Rógvi Johansen, á mál. Rógvi Johansen gjørdist sostatt nr. 6, og havandi í huga, at hann vann kappingina í fjør, og at hann avgjørt hevur verið millum favorittarnar at vinna aftur í ár, er hetta ikki eins gott úrslit og væntað varð frammanundan.
Men eftir teinin í Eysturoynni eru tríggir teinar afturat á skránni á tilsamans 175 kilometrar, so Rógvi Johansen hevur enn møguleikan at gera seg galdandi. Um hann megnar at súkkla innaftur teir fimm minuttirnar, sum eru upp til oddamannin Jannick Pedersen, er ivasamt. Í øllum førum verður tað sera torført.
Gunnar og Jóhann væl við
Hinir báðir føroyingarnir, sum eisini gera seg galdandi ovarlaga á listanum, eru Gunnar Dahl Olsen og Jóhann Brend, sum báðir súkkla fyri Tórshavnar Súkklufelag. Áðurnevndu Bogi Christiansen og Rógvi Johansen súkkla fyri ávikavist Cycling Gladsaxe og Cycling Aarhus, so Jóhann og Gunnar eru teir einastu súkklararnir ovarlaga á listanum, sum súkkla fyri Tórshavnar Súkklufelag. Gunnar kom á mál á einum áttanda plássi við tíðini 2 tímar, 38 minuttir og 18 sekund, og má tað metast at vera eitt sera gott úrslit fyri Gunnar. Jóhann Brend gjørdist nr. 11 við tíðini 2 tímar, 38 minuttir og 45 sekund, og hóast teir báðir ikki eru í absolutta toppinum, er hetta sambært Tórshavnar Súkklufelag góð úrslit fyri teir báðar.
Bogi fremsti føroyingur í samlaðu støðuni
Í samlaðu støðuni, tá allar tíðirnar eru samanlagdar, er Bogi Christiansen føroyingurin, sum hevur klárað seg best. Hann er á einum heiðurligum fjórða plássi, meðan Rógvi Johansen er í hølinum á honum. Munurin millum teir báðar er nøkur heilt fá sekund, og tá ikki minni enn umleið 175 kilometrar eru eftir at súkkla, kann nógv henda.
Frá Boga á fjórða plássi og Rógva og fimta er hampiliga fitt upp til teir tríggar ovastu. Jannick Pedersen er á odda, síðani kemur Rene Jochumsen á øðrum plássi, meðan Janus Jørgensen er á triðja plássi. Jannick Pedersen sær út til at vera ringur at syfta, og tað eru umleið fimm minuttir, sum eru ímillum hann og føroyingarnar á fjórða og fimta plássi.
Gunnar Dahl Olsen er á sjeynda plássi í samlaðu støðuni, meðan Jóhann Brend er á einum tólvta plássi.
Eftir evstamark í gjár, fríggjadagin, varð farið undir teinin á Sandoynni á 20 kilometrar, meðan Suðuroyggin í dag, leygardagin, er á skránni. Hesin teinurin er á 55 kilometrar, og m.a. skulu súkklararnir uppum Hestin í Sumba, sum er í yvir 500 metra hædd. Sunnudagin verður seinasti teinur súkklaður á Streymoynni, har súkklararnir koma á mál við Statoil støðina í Gundadali í Havn.