Í gjárkvøldið fór NSÍ ferðalagið suður um Suðuroyarfjørð. Ørindini vóru at hitta TB seinnapartin og at hava trý stig í viðførinum til hús aftur.
Tað lukkaðist. NSÍ er á veg norður við 1-0 sigri. Málið varð skorað fimm minuttir eftir steðgin, og málskjútti var Jann Benjaminsen, sum varð spældur leysur í brotsteiginum og setti bóltin framvið nýggja TB málverjanum Mads Altschuler.
Leygardagin endaði tað málleyst, tá ið KÍ var í Trongisvági. Tá vístu heimamenninir meiri ágangandi avrik, enn teir gjørdu í dag.
NSÍ hevði alla tíðina yvirvág, og gestirnir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar. Tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, tá ið bæði Ken Fagerberg og Poul Ingason vóru skiftir inn í TB álopið, at tað var eitt sindur av tyngd og broddi í, og tá ið tíðin var um at vera farin, var um reppið, at Poul Ingason javnaði, men Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargaði.
At TB spenti álopsbogan bar við sær, at tað eisini var opið í hinum endanum, har TB verjan bjargaði á strikuni.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 44 stig og er fýra stig aftanfyri KÍ, sum er á øðrum plássi.
TB er á áttanda plássi við 14 stigum. Næsti dystur hjá TB verður sambært skránni sunnudagin, tá ið Víkingur verður gestur við Stórá í Trongisvági.
Næsti dystur hjá NSÍ verður sunnudagin, tá ið grannarnir á Skála koma at vitja í Runavík.
Tveir aðrir dystir eru klokkan 19 í kvøld
Skála – ÍF: Kári J. á Høvdanum
EB/Streymur – HB: Dagfinn Forná
TB - NSÍ 0-1 (0-0)
0-1: Jann Benjaminsen 50.
Dómari: Aron Sofus Vest
TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Rasmus Møller (Bárður Dimon, 88.), Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred – Andreas Midjord (Poul Ingason, 74.) Nikolei Johannesen, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic (Ken Fagerberg, 59.)
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Michael Winter
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper F. Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech (Betuel Hansen, 60.), Pætur Turiðarson Skipanes – Steffan A. Løkin (Búi Egilsson, 67.), Petur Knudsen (Jørgen Nielsen, 90.)
Gult kort: eingin
Venjari: Glenn Ståhl