Aðalfundur
Forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eitur eisini Jana H. Dalsgaard tey næstu trý árini.
Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum leygardagin.
Á aðalfundinum vóru einir 100 av teimum 800 limunum í felagnum møttir og har varð úrslitið av nevndarvalinum kunngjørd.
Í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, fer nevndarvalið fram við frumatkvøðu ímillum limirnar undan aðalfundinum og so verður úrslitið kunngjørt á sjálvum aðalfundinum.
Ein ávísur spenningur var um valið, tí hesuferð hevði Ana Reinert í Havn bjóðað Janu H. Dalsgaard av í valinum um forkvinnuna.
Men tá ið avtornaði var engin ivi um, hvør skuldi vera forkvinna í felagnum : Jana H. Dalsgaard varð nevniliga afturvald við stórum meirluta. Hon fekk yvir 300 atkvøður. Tað er meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum mótvalevnið fekk, tí hon slakar hálvtannaðhundrað atkvøður.
Annars eru nevndarlimir í felagnum hesir: Anna Maria Simonsen í Tórshavn er afturvald, Jonna Hansen í Vestmanna er nývald, Maria Debes í Tórshavn er nývald, Joan Ziskason í Tórshavn er eisini nývald, Hervør Eidesgaard á Tvøroyri, afturvald og Elsa Vest á Sandi, aftuvald.
Tiltakslimir eru Einar Klakkstein í Klaksvík, sum er nývaldur, Turið Zachariasen í Hvannasundi og Katrin Jønsson í Nesi í Eysturoy.
Annars hevur nevndin afturvalt Hervør Eidesgaard til næstforkvinnu. Hon hevur verið nevndarlimur í felagnum hesi seinastu 12 árini.
Nøkur vóru eisini, sum ikki stillaðu uppaftur til nevndarval hesuferð. Tær vóru Óluva Nónstein í Tórshavn, Anna Jóanesardóttir úr Tórshavn og Ana Reinert í Havn, sum ístaðin stillaði upp til forkvinnu.
Nýggjur sáttmáli
Annars hava felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið eisini gjørt sáttmála um ein nýggjan tvey ára sáttmála fyri sjúkrarøktarfrøðingar.
Eftir sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í farnu viku, hækkar lønin tilsamans umleið 9% hesi bæði næstu árini.
Í sáttmálanum hava partarnir gjørt eina avtalu um serstakar frídagar. Eftir hesi avtaluni, kunnu starvsfólk vinna sær ein eyka fríviku. Men tey, sum ikki vilja hava frívikuna, kunnu í staðin fyri lønina útgoldnað
Samstundis hava partarnir gjørt avtalu um støðugt at menna førleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum
? Skulu uppgávurnar hjá stovnum landsins verða røktar á munadyggan hátt við neyðugari dygd og framhaldandi menning, er sera týðandi, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða áhaldandi røktir og mentir - bæði í dagliga arbeiðnum og við eftirútbúgving og víðari útbúging, stendur í avtaluni um førleikamenning.










