Jana vann - Rakul, Brynhild og Súna taptu

Trý føroyingalið í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti vóru í leiki í kvøld

Trý føroyingalið í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark vóru í leiki í kvøld í fyrsta umfarinum hetta kappingarárið.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli 30-29. Christina Pedersen skoraði sigursmálið til 30-29 tá tvey sekund vóru eftir av tíðini. 

 

Viborg var á odda 13-11 í steðginum. Jana skoraði trý mál og legði upp til eitt mál hjá Viborg.

 

Brynhild Pálsdóttir, Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu tepurt 29-30 fyri Bjerringbro á útivølli.

 

Í steðginum var Bjerringbro á odda 16-13 í steðginum. Brynhild skoraði trý mál, og Súna skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu stórt 26-36 fyri Silkeborg-Voel á útivølli. 

 

Silkeborg-Voel var á odda 19-11 í steðginum. Rakul var noterað fyri sjey bjargingar av 33 málmøguleikum. Kappingarneytin hjá Rakul, Ida Marie Petersen hevði eina bjarging av níggju málmøguleikum.