Jana vann føroyingauppgerðina

Viborg knógvaði Keypmannahavn á heimavølli

Í kvøld var føroyingauppgerð leikt í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. 

 

Í BIOCIRC Arena høllini í Viborg eydnaðist tað Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg at vinna 28-24 á Pernille Brandenborg og hennara liðfeløgum í Keypmannahavn. Í steðginum var heimaliðið á odda við tveimum málum, 13-11.

 

Jana skoraði tvey mál, legði upp til trý mál (assist) og vann liðnum trý brotskøst. Jana hevur í 20 dystum lagt upp til 83 mál, ið er tað næstmesta í deildini. 

 

Við sigrinum liggur Viborg væl fyri at enda millum fimm tey ovastu liðini í grundspælinum. Viborg og Keypmannahavn hava seks dystir eftir at spæla í grundspælinum.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 1938
2Ikast-Herning1934
3Team Esbjerg1932
4Nykøbing-Falster 1927
5Viborg 2026
6Keypmannahavn2022
7Sønderjyske 1919
8Silkeborg-Voel 1912
9Aarhus Håndbold 1912
10Horsens 1912
11Bjerringbro1910
12Ringkøbing 199
13Skanderborg 199
14EH Aalborg 196