Fríggjadagin 6. juni gevur Jan Zachariassen út fløguna sum hann kallar Shine. Jan er ættaður av Argjum, men býr í Malmø saman við konuni Malin og synunum Elias og Jákup.
Jan hevur í fleiri ár arbeitt við at geva fløgu út og nú er hon so endiliga liðug. Stílurin er bleytur jazzur/funk/ gospel.
Sama dag hevur Jan eina útgávukonsert í Immanuel Kirkjuni í Malmø, Køpenhamnvej 3 har 18 folk eru við í bólkinum við tónleikarum úr Svøríki, Danmark og Føroyum. Millum annað kann nevnast at musikarirnir á fløguni eru m.a. Jan Zachariassen, Jósva Debes, Regin Guttesen, Óli Poulsen og Hans Poulsen.
Fá ein smakks prøva av fløguni við at trýsta á : http://www.youtube.com/watch?v=UOtEtASvll8&feature=share
Flestu løgini eru instrumental men okkurt lag hevur sangarar á. Hetta er ein must fløga, sera vakur tónleikur og flott mixa av Óla Poulsen. Fløgan kann keypast ymsastaðni í Føroyum annars við at senda mail til peturzach(at)gmail.com. Fløgan kostar 169 kr.