stjórastarv
Á nýggjárinum leggur stjórin í P/F Smyril Line, Jan Walle, stjórastarvið frá sær og tekur við nýggjum avbjóðingum innan sjóvinnu í Noreg.
- Eg havi fingið tilboð um starv, ið er so mikið freistandi, at eg fái ikki sagt nei, sigur Jan Walle, ið hevur verið stjóri í P/F Smyril Line síðani 1. apríl í ár.
Starvssáttmálin hjá Jan Walle gongur ikki út fyrr enn 1. apríl næsta ár, og møguleikin at leingja sáttmálan er eisini til staðar. Kortini velur stjórin at enda tænastuna í felagnum á nýggjárinum.
- Hóast møguleiki er at leingja sáttmálan, hevði eg neyvan hildið fram í starvinum eftir 1. apríl. Atlitini at familju míni, sum býr í Noreg, mugu koma framum. Eisini av teirri orsøk velji eg at taka við nýggjum starvi í Noreg", sigur 50 ára gamli Jan Walle, sum fyrst í januar fer í starv sum shippingstjóri í norska felagnum O.T. Tønnevold.
Hóast Jan Walle gevst í verandi starvinum á nýggjárinum, verður hann tøkur frameftir sum ráðgevi hjá P/F Smyril Line.
Tá Jan Walle byrjaði í starvi hjá P/F Smyril Line, var setningur hansara m.a. at økja ferðafólkatalið umborð á Norrönu. Hesin parturin av høvuðsuppgávuni er um at verða loystur, tí longu nú eru ábendingar um, at fleiri fólk hava hug at ferðast við felagnum.
- Tað er harmiligt at Jan Walle ikki kann halda fram, men vit virða sjálvandi ynski hansara um at gevast um ársskiftið. Fyri 1. november verður greitt, hvussu framtíðar leiðsluviðurskiftini í Smyril Line verða", sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line.









