##med2##
ÍF megnaði ikki at endurtaka 2-1 sigurin á Vìkingi í Sarpugerði fyri tveimum mánaðum síðani.
Hesaferð vann Víkingur 2-1 á ÍF í Fuglafirði í einum dysti har Víkingur flestu løturnar vóru tað betra liðið, men ÍF hevði møguleikar til at javna móti dystarenda, men Víkingur fekk ruddað bóltin burtur av málstrikuni.
ÍF – Víkingur 1-2 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 31.
0-2: Gunnar Vatnhamar 42.
1-2: Karl Løkin 56.
Liðskiparin hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard viðgongur tó, at tað sá ikki gott út hjá ÍF í fyrra hálvleiki, og Jan staðfestir, at hann og viðleikararnir fingu ein uppibornan uppsang frá venjarunum í hálvleikinum.
ÍF liggur trygt í ongamannalandi, men nú eru teir bert fýra stig omanfyri EB/Streym sum teir møta á útivølli komandi fríggjakvøld. Fyrsta málið hjá ÍF nú er at halda fjarstøðuna til EB/Streym.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jan Ó. Ellingsgaard.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.