Tað var ikki leingi, at Jan Ottosen var arbeiðsleysur. Hann er nú settur sum venjari fyri felagsliðið VÍF/Tjaldur.
Jan Ottosen var fyri kortum koyrdur frá sum venjari hjá mansliðnum hjá VÍF, men er nú settur aftur hjá kvinnuliðnum, sum hevur lagt saman við Tjaldur.
Jan sigur í stuttari viðmerking við portalin, at talan er um ein avtalu fyri restina av kappingarárinum.