Jan og Rebekka vunnu í kavarokinum

Mynd: fif.fo

Kappast varð í sætta umfari av TF Vetrarkappingini í Norðdepli og Hvannasundi um vikuskifti, og ikki kann sigast annað, enn at kappingin livdi upp til sítt navn. Teir 86 rennararnir máttu nevniliga renna í kavaroki, men sambært heimasíðuni Frælsur Ítróttur Føroya, spældi væl av.


Higartil í kappingini hevur tað verið serliga tvær rennarar, ið hava skarað framúr, Rebekka Fuglø hjá kvinnunum og Jan Elmar Sørensen hjá monnum. Søgan endurtók seg eisini í Norðdepli og Hvannasundi, og vunnu tey sínar bólkar.


Tá umleið helvtin av teininum varð runnin hjá monnum, megnaði Jan Elmar Sørensen, sambært fif.fo, at ríva seg leysan frá Julian Gregersen og vinna ein tryggja sigur. Julian Gregersen endaði á øðrum plássi, meðan Andrias Hansen gjørdist nummar trý.


Hjá kvinnunum er tað eingin búsitandi her á landi, ið megnar at taka kappingina upp við Rebekku Fuglø, og longu tá fyrsta út av fýra umførum varð runnið, hevði hon lagt sjógv millum seg og restina av rennarunum.


Rebekka Fuglø endaði sostatt á einum greiðum fyrsta plássi, meðan Rigmor N. Arge endaði nummar tvey og Krista Nielsen nummar trý. 

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo