Jan Jakobsen nýggjur stjóri hjá LÍV

Nevndin í P/F Føroya Lívs­trygging hevur gjørt av at seta Jan Jakobsen sum stjóra í P/F Føroya Lívs­trygg­ing.

Jan er 48 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. við sergrein í fígg­ing og roknskapi frá Hand­ils­háskúlanum í Keyp­mann­a­havn.
Jan hevur drúgv­ar roynd­ir frá fíggj­ar­heimi­num, hann hevur m. a. starv­ast sum risk manager og sum leiðari á íløgudeildini í Bank­Nordik.
Nýggj lóggáva við tvungn­ari uppsparing til eft­ir­løn verður eftir ætlan sett í gildi í næstum, umframt at felagið er farið undir at gera eftirlønarskipanirnar ein­fald­ari.
Stjórin skal saman við nevnd­ini laga felagið til hes­ar broytingar.