– Eg eri sera fegin um, at vit eiga ein so góðan og djarvan landsstýrismann, sum Kára P. Højgaard. Hetta er ein maður, sum vil byggja okkara land og tekur frástøðu frá lokalpolitikki. Prógvið um tað er ein farleið undir Tangafjørð.
Soleiðis sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag á Facebook í morgun. Føroya Fiskimannafelag boðar annars í tíðindaskrivi í morgun frá, at felagið er við í mótmælistiltakinum leygardagin saman við 28 øðrum fakfeløgum.
Tey 28 fakfeløgini siga millum annað í tíðindaskrivinum soleiðis:
»Tað, sum hendir á politiska pallinum í hesum døgum, er ørkymlandi. Fakkunnleikin verður ikki virdur, og týdningarmikil mál verða ikki viðgjørd við tí álvara, sum tey hava uppiborið, men í stóran mun tagd burtur. Lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki, og stovnar verða niðurlagdir uttan at hugsað verður um avleiðingarnar. Vinnuni tørvar støðufesti, so hon kann arbeiða strategiskt skilabest, men við skiftandi politiskum signalum og lógarbroytingum eru eisini fortreytirnar hjá henni ótolandi.
Fólkaræðið stendur fyri falli, og hetta kunna vit sum borgarar ikki góðtaka. Vit stúra vit fyri framtíðini hjá Føroyum.«
Lesið eisini: Stórt mótmælistiltak leygardagin