Verkfall
Tað var hin 19. desember, at semingsstovnurin við Terja Sigurðssyni á odda gavst við royndunum at finna semju millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag.
Føroya Fiskimannafelag hevði longu eina viku frammanundan lýst verkfall at koma í gildi 12. desember, men við tað, at semingsstovnurin vildi gera enn eina roynd at finna semju, útsetti stovnurin eitt møguligt verkfall í eina viku.
Hendan seinasta royndin bar ongan veg, tí partarnir stóðu so langt frá hvørjum øðrum, og tá ið samráðingarnar endaliga slitnaðu hin 19. desember, lýsti nevndin í Føroya Fiskimannafelag verkfall frá klokkan 18 at rokna.
Í fráboðanini hjá felagnum varð sagt, at verkfallið fevnir um allar limir felagsins, ið sigla við skipum, sum hoyra undir økið hjá Føroya Reiðarafelag.
Vegna stjórnina í Føroya Fiskimannafelag stóð Jan Højgaard, felagsformaður undir fráboðanini.
Einki í ljósmála
Tað eru nú stívliga fjúrtan dagar, síðan fiskiflotin varð lagdur, men enn røkist einki fyri, at partarnir fara at sessast aftur við samráðingarborðið.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevur latið formannin í Føroya Reiðarafelag vita, at umboðini fyri fiskimenn eru til reiðar at samráðast, um felagið hjá reiðarunum heldur, at okkurt er at samráðast um. Á hinari síðuni hevur Føroya Reiðarafelag bjóðað fiskimonnum framhald av verandi sáttmála umframt nakrar krónur upp á eftirlønina. Í aðrar mátar sigur felagið hjá reiðarunum, at tað eru fiskimenn, sum eru farnir í verkfall, og tí liggur bólturin hjá teimum.
Jan Højgaard hevur sagt, at felagið vil ikki hoyra talan um, at fiskimenn í størri mun skulu luttaka í oljuútreiðslunum hjá skipunum, men við uppskotinum hjá reiðarunum um leingjan, sleppa fiskimenn undan øktari luttøku í oljuútreiðslunum.
Og so kortini er støðan millum partarnar at síggja til púrasta fastløst.
Semingsstovnurin fer neyvan at kalla partarnar saman aftur, fyrr enn stovnurin metir, at samráðingarnar kunnu føra til semju, men so leingi, sum hvørgin parturin letur nýggjar hurðar á glopp, eru útlitini til nýggjar samráðingar døpur.
Gongur ov lætt
Ein av reiðarunum í Vestmanna, Dánjal Jacobsen, sum eigur ísfiskatrolaran Vesturbúgvan og helmingin av ísfiskatrolarunum, Nornagesti og Kolumbusi, heldur, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag gongur ov lætt um álvarsomu støðuna, sum fiskiflotin er komin út í.
- Tað tykir mær, sum Jan Højgaard gongur ógvuliga lætt um støðuna, og eg ivist í, um tað, sum hann førir fram, er haldbart.
Dánjal sigur seg hava heft seg við, at
formaðurin í Føroya Fiskimannafelag í sínum úttalilsum ikki kemur við útrokningum upp á nakað sum helst, men sleingir um seg við ymiskum leysum pástandum.
Tað heldur hann vera ógvuliga undrunarvert og órógvandi, nú fiskiflotin hevur ligið í meira enn fjúrtan dagar.
- Hetta er ein álvarslig støða fyri fiskiskipavinnuna. Í okkara parti av flotanum er støðan tann, at tað skal ganga rættiliga væl, um skiparaksturin skal fáast at hanga saman, nú oljan er vorðin ein so tyngjandi partur á útreiðslusíðuni, sigur hann.
Gera okkurt annað
Í samrøðu við Rás 2 í gjár segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, at fiskimenn bara kunnu fara at gera okkurt annað, meðan verkfall er. Í hesum lá, at verkfallið saktans kann gerast drúgt.
Dánjal heldur hesi úttalilsi vera undarlig og vísir á, hvussu torført summir skipabólkar longu nú hava við at halda upp á fólkið, tá ið so nógv onnur tilboð eru uppi á landi – og í útlandinum.
- Eg freistist næstan at siga, at heldur Jan, at fleiri fiskimenn líka so væl kunnu gera okkurt annað, so kundi hann latið teir, sum tíbetur vilja sigla, sleppa at sigla.
Reiðarin vísir á, at tað er alt avgerandi fyri skipini, at tey hava gott fólk.
- Fólkið er grundarlagið undir fiskiskipavinnuni, og við góðum fólki kanst tú fáa tað at bera til, tá ið annars sær eitt sindur dapurt út. Tað er fólkið, sum ger, at teir smáu marginalarnir fella skipum og manning til fyrimunar.
Dánjal leggur dent á, at tað er altavgerandi fyri fiskiskipaflotan, at hann í eini tíð, har verkfall rakar, ikki missir tað góða fólkið í aðra vinnu.
- Tað er ein øgilig kapping um fólkið, og tað eru ivaleyst nógvir, sum hava virksemi uppi á landi, ið høvdu viljað havt nakrar fiskimenn til arbeiðis, nú teir kortini ganga heima.
Gera smáttaríir
Í sambandi við verkfallið hevur Føroya Fiskimannafelag eisini noktað limum sínum at gera tímalønt arbeiði, sum hevur við fiskireiðskap og skipini at gera, nú fiskiskipaflotin liggur.
Í Vestmanna hava skipaeigarar stákast á bryggjuni og hava roynt at gjørt okkurt við skipini, sum antin hevur ligið á láni – ella okkurt, sum skal gerast í nærmastu framtíð.
Soleiðis hava reiðarar havt kavarar niðri, sum hava skift sink á skipum.
- Vit hava ikki havt kavarar niðri, men eg havi skilt, at teir hava skift sinkini á Vestmenningi og Fram, sum áður eru longdir.
Dánjal vísir á, at summi skip verða málað soleiðis, at neyðugt ikki er at taka tey upp á hvørjum ári, men heldur annaðhvørt ár.
- Eg havi ikki spurt meg fyri, men eg haldi, at tað serliga eru sinkini, sum kavarar hava fingist við at skifta.
Hann sigur, at tað er komið fyri, at skipini, sum hann varar av, hava verið tvey ár sjónum út í eitt, men vanligt hevur verið, at tey eru uppi á hvørjum ári.
- Nú verkfall er, verður eingin maður biðin um at koma til arbeiðis á bryggjuni ella umborð á skipunum, leggur hann aftrat.
Høvdu havt loyst
Reiðarin í Vestmanna sigur, at fleiri av ísfiskatrolarunum í Vestmanna høvdu havt loyst, um verkfall ikki var, men hann dugir ikki at seta nøkur tøl á, hvat skip og manning missa hvønn dagin.
- Tað er ógjørligt at siga, hvussu nógv vit missa, nú skipini liggja. Alt veldst um veðurlag, fiskiskap og fiskaprísir. Hinvegin hava fleiri skip, sum áður hava loyst 3. jóladag, gjørt góðar túrar, og manningarnar hava tjent nógvan pening longu í byrjanini av árinum.
Dánjal heldur, at tað er keðiligt, at tvídráttur nú eru í fiskiskipavinnuni, tí sum hann tekur til:
- Vit eru allir í sama báti, og tað er ongantíð gott, tá ið tvístøða kemur í. Vit kunnu bara vóna, at partarnir fara at sessast aftur við samráðingarborðið og finna út av at loysa sáttmálatrætuna á skilabesta hátt.
Hann ásannar kortini, at støðan tykist rættiliga fastløst, og eingi útlit eru til semju, soleiðis sum landið liggur beint í løtuni.
- Skulu partarnir semjast, er fyrsta treytin, at tað er veruleikin, sum er á borðinum – og ikki leysir og ódokumenteraðir pástandir, sigur Dánjal Jacobsen, reiðari.